Strandalondini eru ikki komin ásamt um svartkjaftakvotuna næsta ár, og saqmbært norskum blaði eru tað føroyingar, sum liggja í buktini Strandalondini hava hildið fund í London seinastu dagarnar, og ætlanin var at avgreiða svartkjaftasamráðingarnar fyrradagin. Men tað eydnaðist ikki, og sambært norska blaðnum Fiskaren fekst eingin semja, tí føroyingar vilja ikki góðtaka niðurskurðin, sum ICES hevur mælt til.
Tilmælið hjá ICES er, at svartkjaftakvotan næsta ár verður í mesta lagi 408.000 tons, og tað er nógv minni, enn strandalondini høvdu ætlað. Í ár var svartkjaftakvotan 1,2 millión tons.
Samráðingarnar í London halda fram og skulu eftir ætlanini enda í morgin.