? Vit hava ongan møguleika á millumlanda og altjóða stigi, um vit ikki standa saman sum ein maður.
Tað sigur løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard, eftir at mál um ES og Norðurlandaráðið hava verið nógv frammi seinastu dagarnar.
? Vit sóu eitt dømi í Fólkatinginum nú um dagarnar, har annað føroyska umboðið legði eitt uppskot fram, og hitt umboðið boðaði frá, at tað fór at atkvøða ímóti. Tað førir ongan veg, um vit skulu stríðast soleiðis ímóti hvørjum øðrum uttanlands, sigur Kári P. Højgaard.
Hann heldur eisini, at málið um føroyska limaskapin í Norðurlandaráðnum vísir, at føroyingar hava ilt við at hava felags stev í einum máli.
Semjan hvarv
Í vikuni boðaði danski forsætisráðharrin frá, at Føroyar sum er ikki kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og hetta hevur løgmaður tikið til eftirtektar og vil brúka onnur amboð fyri at tryggja føroyingum størri ávirkan í norðurlendskum samanhangi.
Kári P. Højgaard er annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum, og hann er misnøgdur við hetta.
? Fyri einaferð skyld høvdu vit eitt samt løgting, sum vildi hava sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og tað hevur hevur sera stóran týdning. Løgmaður gekk burtur frá hesari samtykt og vísti til ein meiriluta í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum. Tað er ikki nóg gott, heldur Kári P. Højgaard.
Taka ósemjur við uttanlands
? Semjan um norðurlendska limaskapin varð gjørd av øllum tinglimum í seks flokkum, men í uttanlandsnevndini sita bara fimm flokkar, og tað er løgið, at løgmaður skal kunnu ganga burtur frá hesari semju, uttan at allir flokkarnir aftur hava viðgjørt málið.
Kári P. Højgaard heldur, at málið um limaskap í Norðurlandaráðnum er so týdningarmikið, at føroyingar skulu tosa væl og virðiliga um tað innanhýsis, og síðani fara út sum ein maður.
? Nú er vandi fyri, at vit aftur koma at hava okkara egna politiska stríð við okkum uttanlands, og tá fáa vit einki ígjøgnum, sigur hann.