Føroyingar lata hálva triðju miljón til flóttafólkini

Í miðal hava føroyingar latið 56 krónur hvør til innsavningina Konto Kosovo

Sjónvarp Føroya og peningarstovnarnir hava nú gjørt upp Konto Kosovo, sum var stovnað í sambandi við stóra sjónvarpstiltakið við sama heiti leygarkvøldið 24. apríl. Endaliga uppgerðin prógvar, at talan var um eitt sera væl eydnað tiltak.

Á Konto Kosovo standa 2.432.152.70 krónur, og peningurin er fluttur danska Reyða Krossi. Peningurin kom inn á hendan hátt: Bankaflytingar kr. 1.615.423,70, sjálvvirkandi telefon kr. 546.200,00, uppboðssøla kr. 226.000,00, og SvF-lýsingar kr. 44.529,00. Tilsamans 2.432.152.70 krónur.


Fegnast um úrslitið

Sjónvarpsmanningin og SvF takka øllum teimum mongu, sum við pengum, sjálvbodnum arbeiði og øðrum tænastum gjørdu úrslitið so gott.

Eisini aðalskrivarin í danska Reyða Krossi, Jørgen Poulsen, fegnast um góða úrslitið. Í Sosialinum týsdagin eftir innsavningina segði hann.

? Hatta er heilt ótrúligt. Eg eri vísur í, at hetta ger, at vit nú verða før fyri at lata eina heila flóttafólkalegu upp afturat. Eg veit, at føroyingar altíð hava lyndi at geva frá sær, men eg væntaði ikki, at so nógv fór at koma inn. Hatta er jú heilt ófatiligt.

? Tað er heilt vist, at hóast føroyingar búgva ógvuliga isolerað, so síggja teir framum sína egnu nøs. Ein kundi hugsað sær tað øvuta, men tað er kanska júst tí, at tit búgva so isolerað, at tit geva tykkum far um umheimin, sigur Jørgen Poulsen, ið ger greitt, at hann kennir eina stóra ábyrgd av at taka ímóti so stórari peningaupphædd. Hann lovar at syrgja fyri, at peningurin verður nýttur so skilagott sum møguligt.

Danska sjónvarpsinnsavningin til flóttafólkini í Kosovo miðskeiðis í apríl gav 46 miljónir krónur. Danir lótu sostatt í miðal 23 krónur í part, meðan føroyingar lótu meiri enn tvífalt so nógv, nevniliga 56 krónur.