Føroyingar ? lítið tol við stór orð

- Føroyingar tíma ikki ov nógv roks og óítøkiligt uttanumtos. Teir vilja hava fakta og eitt endamál á borðið, so teir vita, hvat teir hava við at gera. Hetta kann avgjørt gerast teirra fremsta styrki í høðru kappingini í altjóða vinnulívshøpi, sigur Morten Selven, stjóri á norsku skeiðsfyritøkuni FloodRocks.

Seinastu tvey árini hevur Morten Selven staðið fyri eini røð av skeiðum í Føroyum. Skeiðini eru ætlað stovnum og vinnulívinum, og snúgva seg øll onkusvegna um at læra nýggjar hugsunarhættir og tænastuatburð og harvið røkka betri úrslitum.
? Kundaráðgevin í FloodRocks er føroyingur, og tað er ígjøgnum hann, vit eru komin í samband við føroyskar fyritøkur og stovnar, greiðir Morten frá. Eg helt tað eisini vera upplagt at fara til Føroyar við okkara skeiðum, tí treytin fyri at vinnulívið í einum lítlum oyggjasamfelag skal mennast er, tú fert út um landoddarnar at gera samstarvsavtalur. Og til tað krevst nýhugsan.
Gev føroyingum eitt endamál
Fyribils hava skeiðini hjá FloodRocks mest verið hildin í Noreg og í Føroyum. Morten hevur tí fingið rættiliga gott innlit í føroyska vinnulívið og mátan, føroyingar arbeiða uppá. Og tað er longu langt síðani, hann hevur lagt til merkis, at tað krevur eina aðra pedagogiska tilgongd at undirvísa føroyingum.
? Í mun til føroyingar hava norðmenn ofta lyndi til at seta seg afturá og bíða inntil tingini henda - helst av sær sjálvum. Norðmenn tykjast ofta rættiliga forkelaðir í so máta, sigur Morten. Føroysku skeiðsluttakarnir taka hinvegin fegnir sjálvir stig til at loysa uppgávurnar, eg gevi teimum. Eisini tá bæði uppgávurnar og hugsunarhátturin er heilt nýggjur fyri teimum. Slíkir eginleikar eru treytin fyri nýhugsan, og fyri at ein lítil fyritøka skal sleppa upp í part við tey stóru úti í heimi.
? Eitt tað fyrsta, eg eisini legði til merkis, er at føroyingar hava ein sterkan vilja til at seta seg inn í nakað nýtt, bara teir vita, hvat endamálið er. Og tað er avgerandi. Gev føroyingum eitt mál at arbeiða fram ímóti, og tú kanst vera vís í, at teir halda fast í tí.
Samanumtikið havi eg fingið varhuga av, at føroyingar tíma ikki so nógv roks og óítøkiligt uttanumtos. Teir vilja hava nøkur fakta á borðið, so teir vita, hvat teir hava við at gera. Teir hava bæði beinini plantað í veruleikanum og hava lítið tol við føgur orð og háfloygd ástøði.
Serkunnleiki til útflutnings
Ein upplagdur spurningur er, um Morten heldur seg síggja hendan órædda hugburðurin aftur sum eina styrki í føroyskum vinnulívi?
? Jú, avgjørt. Tað tykist sum, at føroyskar fyritøkur ikki so lættliga lata seg taka av fótum av høðru kappingini í altjóða høpi. Letur tú teg imponera ov nógv av haðrari altjóða kapping, verður tað trupult at savna, tað dirvið, sum skal til, fyri at blanda seg uppí.
Eg trúgvi at við góðum hugskotum til kappingarførar vørur fara føroyskar fyritøkur at vísa stórt áræði til bjóða seg fram, hvar tað skal vera. Við fakligari dygd og miðvísari marknaðarføring eri eg sannførdur um, at føroyskt vinnulív kann klára seg heilt væl í altjóða kapping, sigur Morten.
Ein onnur treyt er sjálvandi, at føroyingar leggja seg eftir, at fáa fleiri bein at standa á í vinnulívinum. Líka sum Noreg, hava Føroyar fyrst og fremst verið rávøruveitari, og enn eru á leið 98% av føroyska útflutninginum fiskur - ella var, áðrenn Atlantic Airways fekk stóru avtaluna í Noreg. Hetta er ein veikleiki, og tí er størsta avbjóðingin hjá føroyska vinnulívinum at miða ímóti at framleiða og útflyta aðrar vørur. Og har hevur føroyskur serkunnleiki á ymsum økjum avgjørt ein góðan møguleika. Sum heild er fakliga støðið í føroyskum vinnulívi sera høgt, og eg ivist ikki í, at tað liggja heilt góð framtíðarútlit í at selja hendan serkunnleika.
Oljuvinnan ein koddi?
Morten minnir samstundis á, at føroyingar eiga at vera á varðhaldi, um oljuvinnan gerst veruleiki.
? Vandin við eini umfatandi oljuvinnu í einum so lítlum landi er, at hon kann gerast ein koddi. Øll onnur servitan kann lættliga koma í aðru røð, meðan onnur nýskapan eisini steðgar. Tí er tað av alstórum týdningi, at føroyingar leggja orku í at varveita, menna og møguliga útflyta tann serkunnleika, teir hava. Tað hevði jú verið ein vanlukka, um serkunnleikin, føroyingar hava uppbygt innan fiskivinnuna, varð skúgvaður til viks av oljuvinnuni, heldur Morten.
Fyrimynd: Atlantic Airways
Undir samrøðuni hevur Morten Selven fleiri ferðir nevnt Atlantic Airways, sum eitt avbera gott dømi um eina fyritøku, ið torir at ganga aðrar leiðir og hugsa nýggjar tankar. Men hvat er tað ítøkiliga, sum ger føroyska flogfelagið til nakað serligt?
? Atlantic Airways hevur fyrst og fremst ein sera professionellan og fakliga dugnaligan starvsfólkahóp. Ovsta leiðslan er ógvuliga framskygd og torir at taka avgerðir, og ein slíkur hugburður ávirkar onnur - í hesum føri á tann hátt at yrkisstoltleiki og professionalisma eyðkennir øll liðini í fyritøkuni.
Royndir frá skeiðum hava víst, at stembanin hjá starvsfólkunum í Atlantic Airways eftir at gerast dugnaligari liggur langt omanfyri miðal. Tey eru til dømis óvanliga eldhugaði og málrættað, tá vit hava bólkauppgávur, har luttakarnir skulu koma við egnum hugskotum til hvørji nýggj mál, fyritøkan átti at sett sær, hvørjar ábøtur kunnu gerast og ikki minst, hvussu sleppast kann undan negativum hugburði sum heild.
? Eitt annað, sum hevur stóran týdning, er, at leiðarnir í Atlantic Airways hava luttikið á skeiðunum á jøvnum føti við hini starvsfólkini. Vit síggja ofta, at stjórar og leiðarar senda starvsfólkini á skeið, men fara ikki við sjálvir. Royndir frá øðrum, traditionellum skeiðum fáa teir at halda, at teir vita, hvat starvsfólkini hava lært. Men nýggj gransking vísir, at um ikki leiðslan í eini fyritøku fær somu frálæru og venjing, sum hini starvsfólkini, verður fyritøkan liðað sundur í undirbólkar og stakmentanir. Tað er hetta ástøðið FloodRocks byggir síni skeiðir á, tí vit ivast ikki í, at broytingar og nýskapan bert kunnu fremjast sum eitt felagsátak millum leiðslu og starvsfólk.
Kanning av elitufyritøkum
Fyri nøkrum árum síðani stóð Morten Selven á odda fyri eini verkætlan, ið hevði sum endmál at kanna ávís felags eyðkenni fyri nakrar av heimsins mætastu fyritøkum. Kanningin, ið vanliga verður nevnd "Eliteselgerundersøkelsen", vísti millum annað, at úrtøkan hjá hesum fyritøkum var á leið 5 ferðir størri enn hjá øðrum fyritøkum innan sama øki. Seinni hevur Morten Selven so eisini nýtt kaningina sum grundarlag fyri sínum egna skeiðsvirksemi. Hann er nevniliga sannførdur um, tað ber til at læra teir arbeiðs- og hugsunarhættir, sum eyðkenna stóru fyritøkurnar.
? Elitusølufólkini í okkara kanning høvdu allatíðina viðskiftafólkið í fokus. Meginparturin av søluni var eitt úrslit av, at viðskiftafólkið vendi aftur til fyritøkuna seinni ella hevði fortalt øðrum um góðu tænastuna, tey høvdu fingið. Í hesum sambandi er neyðugt at leggja seg eftir, at viðskiftafólkini altíð fáa somu góðu tænastu, sum tey fingu fyrstu ferð. Tað nyttar lítið, um bert eitt sølufólk er serliga dugnaligt. Alt sølutoymið má vita, hvat og hvussu hini gera fyri at varveita tað høga tænastustøðið. Tí tá eitt viðskiftafólk vendir aftur til eina stóra fyritøku, er tað jú ikki víst, at tað altíð kemur í samband við sama sølufólkið.
Persónlig góðska
Meðan fyritøkur í 90 unum hava lagt stóra orku í tøkniliga góðsku og kappingarførar prísir, bendir alt í kanningin á, at persónlig góðska er vorðið lyklaorðið í framtíðar sølumenning.
? Elituseljarnir høvdu ein heilt serligan eginleika at laga seg eftir ynskjunum og tørvinum hjá viðskiftafólki, ið vóru ólík teimum sjálvum. Tað var heilt týðiligt, at sølan í høvuðsheitum kom í lag, við at persónlig sambond vóru bygd upp ímillum seljara og keypara. Ikki minst við at sølufólki livdi seg inn í støðuna hjá keyparanum bæði við atliti til møguligum fyrivarni og atfinningum, greiðir Morten frá.
Frí sunnudag!
Men eitt gott sølufólk trívist ikki bara væl á arbeiðsplássinum og saman við starvsfeløgum. Tað er minst líka avgerandi, øll familjan hevur tað gott saman, tí tað er harfrá vit í síðsta enda fáa okkara drívmegi.
? Hetta er sjálvandi galdandi fyri okkum øll, men tað undraði okkum ikki sørt, at øll sølufólkini í kanningini hildu frí sunnudag. Vit ímynda okkum ivaleyst, at fyri at kunna teljast millum heimsin bestu sølufólk, mást tú nærum vera arbeiðsnarkoman. Men kanningin vísti, at hesi sølufólkini ikki meintu, at tað var møguligt at náa góðu úrslitum, uttan at hava familjuna í rygginum. Tey brúktu meir tíð saman við familjuni, men seldu á flestu førum fleiri ferðir meir, enn eitt miðalsølufólk innan sama yrkisøki.
Aftaná kanningina setti Morten Selven saman eina venjingarskrá, sum er bygd upp í 4 stigum og fevnir um 3 dagar. Helvtin av tíðini verður brúkt til praktiska venjing av arbeiðshættunum hjá elitufyritøkunum, sum eru lagaðir til arbeiðsstøðuna hjá skeiðsluttakarnum.
Hetta skeiðið er nú góðkent sum ein útbúgving á hægri støði.

?????

Hví FloodRocks?
Nøkur evni, ið arbeitt verður við á skeiðunum:

?8 út av 10 persónsósemjum standast av, at umhvørvið ikki virkar í tráð við tann innara tørvin hjá tí einstaka.

?Í harðari kapping verða flestu stríð tapt, av tí at seljarin hevur ov lítlan kunnleika til, hvussu hann skal bera seg at saman við fólki, sum eru óliík honum sjálvum.

?65% av orsøkunum til at eitt viðskiftafólk skiftir veitara standast av ov vánaligum samskifti.

?Kanningar vísa at í fyritøkum við stórum framburði, gera øll starvsfólkini sítt til at varveita góð sambond. Bæði innanhýsis og úteftir.

?Bert 30% av nýskapanarætlanum røkka sínum málum. 32% røkka bert lutvíst sínum málum, meðan heili 38% ikki røkka nøkrum av málunum við nýskapanartilgongdini.

?Flestu starvsfólk brúka sína tíð ov lítið effektivt. Verða bert 5 min spardir pr. tíma, verður framleiðslan hjá fyritøkuni økt við 8,3%.

?Frávera vegna sjúku kostar eini fyritøku í miðal 1700 kr um dagin, umframt løn. Orsøkin til 60% av sjúkufráveruni er at finna í sjálvum arbeiðinum ella arbeiðsumhvørvinum.

Kelda: www.floodrocks.com