Føroyingar eru í uppskoti til tríggjar av teimum fimm virðisløninum hjá Norðurlandaráðnum.
Í kvøld verða tær fimm virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum latnar. Virðisløn verður latin fyri bókmentir, tónleik, umhvørvi, barnabókmentir og film.
Føroyingar eru í uppskoti til tríggjar av teimum fimm virðisløninum: Carl Jóhan Jensen er í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri skaldsøguna ‘Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik’. Bárður Oskarson er í uppskoti til bókmaneta virðislønina fyri barna og ungdómsbøkur, hetta fyri bókina ‘Stríði um tað góða grasið’.
Orka er í uppskotið til tónleika virðislønina fyri fløguna ‘Leipzig’. Ávikavist 14, 13 og 12 onnur eru í uppskoti til prísirnar. Fimm ferðir hava føroyingar tikið ímóti virðisløn frá Norðurlandaráðnum.
Í 1966 deildi Willam Heinesen bókmentavirðirslønina við svenskaran Olof Lagercrantz.
Í 1986 fekk Rói Patursson bókmenta virðislønina fyri ykingasavnið ‘Líkasum’. Síðani 1986 hevur eingin føroyingur fingið virðisløn norðurlandaráðsins fyri bókmentir. Umhvørvisprísin hava føroyingar fingið tvær ferðir.
Í 2006 var virðislønin latin Boga Hansen, og í fjørð var tað SEV ið fekk virðislønina handaða. Sunnleif Rasmusen er einasti føroyingur ið hevur fingið tónleikavirðisløn norðulandaráðsins. Hetta var í 2006.