Allir føroysku telvararnir hava staðið seg væl. Helgi, Heini, John, Martin og Jóan Hendrik hava arbeitt saman sum eitt lið, og tað eru ikki allar tjóðir, sum gera tað. Tað mest hugaliga er, at vit eisini eru førir fyri at seta nýggjar ungar telvarar við.
Helgi hevði hægst avriksrating í Dresden, meðan Jóan Hendrik fekk flest stig og størstu ratingframgongdina, ið ger at hann fer at koma upp um 2200 á altjóða ratingstiganum.
Í hesari grein skal serliga umrøðast 18 ára gamli Helga Dam Ziska, ið er tann yngsti á liðnum. Sigast kann, at hann umboðar bæði so og so part av okkara talvsøgu.
SMS oyðilegði fyrsta møguleikan
Helgi var júst fyltur 15 ára gamal, tá ið hann fekk eitt deilt annaðpláss á Politiken Cup á Ólavsøku í 2005. Síðan tá hevur bert gingið framá, og hevur Helgi 2416 í altjóða rating í dag. Hann var bert 16 ár, tá ið hann gjørdist IM, altjóða meistari. Helgi er tann næstyngsti í Norðanlondum, sum hevur rokkið hendan tittul. Óneyðugt er helst at nevna, at javnaldur Helga, heimsgitni norski stórmeistarin Magnus Carlsen, ið júst nú er vorðin átjan, er tann, ið eingin kann standa kurl innan telving í okkara tíð.
Helgi hevði annars kunnað fingið hendan tittul nakrar mánaðir fyrr, um ikki gentan hevði sent honum eitt SMS undir avgerandi talvi í Leikalund í Klaksvík á heysti í 2006, ið gjørdi, at hann var dømdur at tapa talvi, hóast hann hevði vunna støðu. At senda SMS var strangt forboðið, og Helgi ásannaði, at sjálvandi skuldi hann havt sløkt fartelefonina!
Stóð seg eisini væl hesa ferð
Helgi stóð seg eisini væl á hesi olympiaduni, hóast hann ikki var fyri av tí besta. Helgi gongur í 2. flokki í studentaskúlanum í Hoydølum, har tað gongst sera væl hjá honum. Hann hevur tí fyrst og fremst nýtt sínar kreftir uppá skúlan og hevur tískil fyribils gjørt minni burtur úr telvingini. Skúlaskapurin gjørdi eisini tað, at hann ikki kundi møta til tey fyrstu tvey talvini. Hetta minkaði sjálvandi um møguleikan at fáa fl
Helgi hevur sitið á 1. borði og harvið fingið teir sterkastu mótstøðumenninar. Hansara størsta bragd hesa ferð er sigurin móti sterka hollendska stórmeistaranum Loeck van Wely.
Ratingtal hansara er eftir OL kvinkað upp eftir við fýra stigum og kemur at verða 2420 við árslok, tá ið FIDE næstu fer at almannakunngera listan.
Telving liggur í ættini
Evnini at telva hevur Helgi ikki frá fremmandum. Vit fara at greiða eitt sindur frá hansara uppruna á talvøkinum. Henda er fyrst og fremst barnaheimið hjá pápanum, Andriasi, í Bøkjarabrekku 5 í Havn.
Foreldrini hjá Andriasi eru Marius og Ebba Ziska. Marius var sonur Onnu og Andrias Ziska. Andrias var kendur sum ein av okkara fyrsti loysingarmonnum, og hann skrivaði ta frálíka bókina um Tórshavn, "Tórshavn - lív og vøkstur", sum kom út fyri gott 50 árum síðani. Anna var dóttir Djóna í Geil, og var hon soleiðis systir brøðurnar Poul, Kristin og Petur (Alberg) í Geil, sum allir hava sett djúp spor eftir seg í Føroyum á ymiskum økjum, sum eisini hevur verið greitt frá í Miðvikuni. Anna var fyrsta “telefondaman” í Havn, tá ið telefonin á fyrsta sinni varð løgd inn í Geil fyrst í farnu øld.
Abbi Helga, Marius Ziska, var prentari. Hann var ein av teimum sum stovnaðu B 36, og sum eisini gjørdi B 36 sangin. Men hann gjørdist sjúkur ungur og doyði í besta aldri í 1971. Kona hansara, Ebba, sum nú er 86 ára gomul, livir í besta lagi og er skilagóð sum fáur.
Vit hava kenst í ártíggir, og kemur tað av, at Prentstovan hjá synunum var í kjallaranum hjá Ebbu. Her plagdi fiskimannafelagið at prenta alt frá brævørkum til ársfrágreiðingar, og tað var altíð so hugnaligt at koma á tal við Ebbu og at fáa ein drekkamunn frá henni. Tað er tað framvegis
Ebba er ættað av Húsum. Í 1944 giftust hon við Marius, og tey bygdu hús í Bøkjarabrekku. Meðan húsini vóru í gerð búðu tey inni hjá Onnu og Andrias Ziska. Ebba minnist, at verpápin hevði altíð talvborð standandi frammi, so talvrøturnar ganga langt aftur í tíðina.
Ebba og Marius fingu átta børn. Fýra dreingir, Andrias, Suni, Álvur og Bjarki og fýra gentur, Sólfríð, Anna, Poula og Marjun. Genturnar búgva allar niðri. Tríggir av dreingjunum Andrias, Suni og Bjarki komu at gerast av okkara fremstu telvarum.
Ebba hjúklaði um telvararnar
Ebba eigur ikki minsta heiðurin fyri at hava hjúkla um talvevnini hjá sínum synum. Har komu teirra javnaldrar tíðliga og seint. Her talvaðu teir nærum í hvørjum skoti, og Ebba tók altíð væl ímóti teimum, blíð sum hon er.
Teir tríggir Ziska-brøðurnir hava fingið ein munandi leiklut í talvsøguni hjá Suna Merkisstein, sum kom út í 1997, og her skal ber vera trivið í okkurt hissini.
Í hesi bók sæst, at beiggjarnir hava verið við í telving síðan 1973, tá Suni eisini gjørdist føroyameistari. Sagt verður, at hann tók øll á bóli, tá hann trygt og sannførandi telvaði seg til sigurs, og sum 20 ára gamal gjørdist hann yngsti føroyameistari, sum hevði verið tá. Suni vann aftur ruddiliga í 1980. Hann lærdi seg mannagondina longu sum seks ára gamal, og hann telvar enn. Dyggur stuðul hevur hann eisini verið hjá Havnar Talvfelag, tí her er hann gjørdur heiðurslimur.
Í 1983 gjørdist Andrias føroyameistari. Hetta var óvæntað, tí hann hevði lægsta styrkital av luttakarunum, meðan Suni hevði tað hægsta. Men hetta forðaði ikki Andrias í at vinna. Ta ferðina skrivaði Andrias nakrar hugleiðingar um telvingina í ættini, sum hann minnist hana. Fyrst um tá ið Anthon á Krákusteini plagdi at vitja abban Andrias Ziska, og teir stongdu seg inni og vildu ikki órógvast. Tá telvaðu teir. Síðani greiðir Andrias frá, hvussu kann sjálvur kom at kappast við Suna í køkskrókinum heima í Bøkjarabrekku.
Bjarki byrjaði eisini blaðungur. Longu í 1974 - sum 17 ára gamal - var hann við á føroyska landsliðnum á olympiaduni í suðurfranska býnum Nice, og gjørdist úrslitið hjá Bjarka um miðal hjá føroysku luttakarunum, og var hetta gott klárað. Í 1978 var Bjarki við á eini talvferð til Íslands. Sagt verður, at Bjarki kom væl frá uppgávuni á fyrsta borðið. Fyri sjálva kappingina stóð mest sum á jøvnum millum Føroyar og Ísland. Bjarki hevur ikki verið almennur føroyameistari, men hann hevur vunnið nógvar aðrar kappingar sum t.d. í snartalvi.
Bjarki og Suni eru prentarar og høvdu - sum nevnt - í nógv ár prentsmiðju í kjallaranum hjá mammuni. Her gjørdu teir eisini eina roynd at geva út eitt talvblað. Tað kom út nakrar ferðir. Men teir ásannaðu eisini, at tað er ikki bert sum at siga tað at geva blað út í Føroyum, so hendan royndin var ikki drúgv. Men teir vístu í hvussu er sín áhuga.
Hin omman keypti Helga fyrstu talvbókina
Sigast kann, at Helgi hevur gott til at at bregða við einum slíkum ættarbandi. Tað er ikki løgið, um øll ættin er errin av hesum 18 ára gamla knassanum.
Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri ættina hjá Piu, mammu Helga, og foreldur hennara Sigrid og Jens.
Sigrid eigur eisini sín part í hesi talvsøgu. Hon keypti nevniliga Helga hansara fyrstu føroysku talvbøkur, tá ið Helgi var smádrongur. Her var grundarlagið lagt.
Jens og Sigrid er havnarfólk, so tað forslær. Jens er sonur Hansinu og Johan Dam, sum búðu í Konradsbrekku. Jens arbeiddi nógv ár sum kassameistari á gjaldstovuni.
Sigrid er dóttir Helgu og Jens Petur Rubeksen, vanliga kallaður Pedda post, sum var næstfyrsta postboð í Havn. Tey búgva á trøðni, sum Jens fekk eftir pápa sín. Tey hava á einum øðrum øki víst eitt serligt hegni. Her er so sera hugnaligt við eini fittari tjørn frammanfyri dyrnar. Í tjørnuni eru bæði dunnur og gæs.
Slík talentir mugu stuðlast
Um Helgi eftir lokna skúlagongd í Hoydølum ger av telva burturav í eitt tíðarskeið, ræður um at stuðla honum. Telving hansara á olympiaduni í Dresden hevur víst, at møguleikar eru til staðar at náa stórum úrslitum. Helgi eigur at fáa møgleika fyri at royna, hvussu langt hann kann koma innan telving.
Tað er tað sama galdandi fyri slík talvtalent, sum sagt varð um svimjaran Pál Joensen. Bert ein slíkur kann gera meira fyri okkara altjóða umdømi enn fleiri sendistovur. Og so er tað eisini so nógv bíligari.
Vit ynskja heimkomnu telvarunum hjartaliga tillukku við avrikinum í Dresden!