Føroyingar kunnu nokta fyri at fáa hernaðar-radaran

Siga føroyingar nei, fara vit at virða avgerðina, siga politikarar í Danmark

Føroyingar eiga seinasta orðið í málinum um ein hernaðar-radari skal setast upp í Føroyum, ella ikki.  Tað gjørdi danskir politikarar greitt á tíðindafundi í gjár um hernaðarradaran.

Trine Bramsen, ráðfrú í verjumálum, sigur tað hendur einki í málinum fyrr enn greið boð eru komin úr Føroyum um tað. Siga føroyingar nei, virða vit tað, sigur hon.

Aðrir politikarar gjørdu eisini greitt á fundinum, at siga føroyingar nei, verður eingin radara, og so verður arbeitt víðari út frá tí.

Men teir væntaðu kortini, at føroyingar fara at taka undir við málinum, og tær ábendingarnar, teir hava fingið úr Føroyum, eru eisini, at føroyingar taka undir við ætlanini.

Annars hildu teir ikki, at tað hóskaðu seg hjá teimum at tosað um eina avgerð, sum skal takast innanlands í Føroyum, tí tað er at leggja seg út í føroysk viðurskifti. Tí bíða tey nú eftir svari úr Føroyum, men tey vænta, at málið fær undirtøku í Føroyum.

Søren Espersen úr danska fólkaflokkinum vísti á, at Føroyar eru limir í Nato og so sjálvandi skulu føroyinga geva eitt so stórt íkast á hernaðarliga økinum, sum teir kunnu.