Oljuvinnusamstarv tvørtur um Atlantshav
Johan arbeiddi annars í fimm ár í Ruslandi og Eystureuropa, eftir at hann segði Føroyum farvæl. Síðani setti hann seg niður í Norðuramerika og heldur hann fyri: - Tað eru ikki nógv fólk, sum hava livað eystan fyri, vestan fyri og mitt í millum sigur Johan brosandi.
Eimskip hever tvær skrivstofvur í Kanada, eina í St.John's og eina í Halifax á Nova Scotia.
Hövuðuppgávur eru tænustur fyri fiski- og oljuidnaðin. Somuleiðis fyri inn- og útflutning av vörum til og frá Kanada.
7 starvsfólk eru í St.John's og 3 í Halifax.
Johan sigur við Sosialin, at Newfoundland er á rættari kós eftir nógv torfør ár síðani toskurin hvarv.
Toskaveiðibann hevur verið galdandi í 10 ár men ongin toskur er at finna herumleiðir.
Í løtuni eru tvey oljufelt í framleiðslu: Hibernia sum er ein ovurstórur framleiðslupallur og fyri tað mesta úr betongi og síðani Terra Nova sum er FPSO, goymslu og framleiðsluskip meinlík teimum stutt frá føroyska markinum.
Í løtunni gera teir so triðju útbyggingina, sum verður FPSO á White Rose okinum.
Oljuvinnan er nú høvuðsvinnan í New Foundlandi. Nógv fólk starvast í
vinnunni og um tú koyrir til høvuðstaðin kann mann siggja tænustuídnað til olíjuvinnuna alla staðini.
Men hetta er ikki hent "overnight" sigur Johan.
Tað eru umleið 20 ár síðani, at fyrsta oljan blev funnin. -Men eg haldi at tað er gott at hava varisliga menning, soleiðis at alt samfelagið ikki fer atkóka.
Vinnan á New Foundlandi hevur eisini ment seg og er nú á støði vit tað
besta í Texas og Norra.
-Men her hava eisini verið vanlukkur og fyri umleið 20 árum sakk
royndarpallurinn Ocean Ranger og við h,onum 84 oljufólk. Tað er ein tann ringasta oljuvanlukkan í Norðuramerika.
Johann letur heilsa øllum føroyingum og vónar, at oljan verður skjótt funnin men leggur okkum eina við ikki at skunda nakað ígjøgnum. -Gevið hesi nýggju vinnu ta tíð henni tørvar fyri at menna seg og ansið væl eftir samfelagnum annars.