Føroyingar kunnu hava góða samvitsku

Aðalskrivarin í danska Reyða Krossi heldur, at føroyingar kunnu hava góða samvitsku, sjálvt um vit ikki taka ímóti flóttafólki úr Kosovo. Hann heldur, at føroyingar higartil hava roynt at hjálpt so frætt teir kunnu

­ Eftir góða peningaliga stuðulin til flóttafólk úr Kosovo, haldi eg, at føroyingar trygt kunnu leggja seg at sova, uttan at hava ringa samvitsku um, at tit ikki taka ímóti flóttafólki, sigur Jørgen Poulsen, aðalskrivari í Reyða Krossi í Danmark.

Jørgen Poulsen sigur, at sum støðan er í dag, heldur hann, at altjóða flóttafólkasambandið, UNCH, er fegnari at fáa pening úr Føroyum, heldur enn at fáa í boði at senda flóttafólk til Føroya. Hann vísir á, at Føroyar liggja langt burturi, og tískil er teinurin langur at senda flóttafólk heilt úr Kosovo til Føroya.


Vera til reiðar

Men aðalskrivarin í danska Reyða Krossi heldur tó, at vit eiga at vera til reiðar, um UNCH einaferð fer at koma við einari áheitan á føroyingar um at taka ímóti flóttafólki.

­ Tað er gott, at vera fyrireikaður at taka ímóti flóttafólki, men sum støðan er nú, haldi eg tað vera nóg mikið, at føroyingar stuðla flóttafólkunum peningaliga. Og peningaligi stuðulin úr Føroyum hevur verið ógvuliga góður, sigur ein væl nøgdur Jørgen Poulsen. Hann leggur harafturat dent á, at hann heldur, at talan fyrst og fremst eigur at vera um, at ríkið Danmark tekur ímóti flóttafólki, og ikki so nógv, um Føroyar taka ímóti.


Stævin tíð

Seinastu vikurnar hava verið ógvuliga strævnar hjá Jørgeni Poulsen og øðrum, ið starvast innan hjálparfelagskapir. Flóttafólkastreymurin úr Kosovo hevur verið øgiligur, og tørvurin á hjálp hevur somuleiðis verið stórur.

Jørgen Poulsen sigur, at hann hvønn dag skal á eina rúgvu av fundum um, hvussu ein á bestan hátt kann hjálpa neyðstaddum úr Kosovo. Tískil hevur hann ikki nógva tíð til ovurs. Tá blamaðurin fekk fatur á Jørgeni Poulsen, var hann í bili sínum á einum motorvegi á veg til enn ein fund um støðuna í Kosovo.

Jørgen Poulsen ynskir enn einaferð at takka føroyingum fyri tann góða peningaliga stuðulin, ið sýndur verður.