Tað er í kvøld, at 18 ára gamla Anna Helena Ejdesgaard úr Hoyvík skal dystast um at gerast vakrasta sprundið í danska ríkinum. Anna Helena er saman við nítjan øðrum kvinnum við í kappingini Miss World Denmark 2012, og tá finalan verður í kvøld á Kokkedal Slot, verður Anna Helena eisini við.
Tað er Miss & Mister of Denmark við modellini Lisa Lents á odda, sum skipar fyri kappingini um at finna vakrastu kvinnuna í Danmark. Til kappingina fara dómarar at avgera, hvør skal fáa heiðurin at kalla seg vakrasta kvinna í danska ríkinum, men í samband við kappingina verður eisini skipað fyri eini aðrari kapping.
Á Facebook síðuni hjá Miss & Mister of Denmark liggja myndir av teimum 20 luttakarunum, og har ber til hjá fólki at geva Onnu Helenu heiðurslønina Miss Popularity Award við at trýsta "dáma" á mynd nummar trý, sum er myndin við vakra hoyvíkinginum.
Í løtuni bendir alt á, at tað verður Anna Helena, sum fer at vinna Miss Popularity Award, tí fyrrapartin í dag høvdu væl yvir 600 fólk atkvøtt fyri Onnu Helenu. Hon fær tó skarpan gang frá 20 ára gomlu Cecilie Arvidsen, sum fyrrapartin hevði næstan 570 atkvøður.
Til ber at atkvøða fyri Onnu Helenu fram til seinnapartin í dag klokkan 15.00 føroyska tíð.










