Føroyingar kunnu atkvøða fyri Jens Marna

Í kvøld verður danska Grand Prix finalan, har ein av 10 finalistunum er føroyski Jens Marni Hansen. Í kvøld klokkan 19.00 byrjar danska Grand Prixið á sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, og har hava hyggjararnir møguleikar at atkvøða fyri teirra favoritti.

 

Eisini føroyingar kunnu verða við í atkvøðugreiðsluni.

 

Sendingin verður víst beinleiðis, og har verður greitt hvussu hyggjarar kunnu atkvøða við sms-boðum, og soleiðis gera sína hugsan galdandi.