Vit krevja, at Føroyar sleppa við á fund í Arktiska Ráðnum á jøvnum føti við hini londini í Ráðnum.
Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um okkara leiklut í arktiska ráðnum.
Løgmaður sigur, at Arktiska Ráðið er eitt uttanríkispolitiskt samstarv ímillum átta statir, har Føroyar og Grønland eru partar av danska limaskapinum og har Føroya sita við fundarborðið.
Seinastu tvey árini hevur Svøríki havt formansskapin í Arktiska Ráðnum og hesa tíðina hava sviar roynt at broyta skipanina fyri, hvussu danska ríkið er umboðað á fundum í ráðnum.
- Vit hava staðið fast við kravið um at varðveita vanligu skipanina við javnbýtis umboðan fyri øll trý londini, og tað hevur nærum altíð eydnast at fingið alt upp á pláss í síðstu løtu eftir felags trýsti frá Danmark, Grønlandi og Føroyum, sigur løgmaður.
Hann sigur, at nú hevur Kanada tikið við formansskapinum og ábendingar eru um, at ætlanin er at halda fast um svensku kósina og at ætlanin er harafturat ikki at boyggja seg fyri trýsti úr Danmark Grønlandi og Føroyum um at londini skulu varðveita hvør sín sess.
Fær Kanada sín vilja, verður avleiðingin, at hereftir fær danska ríkið bara tveir sessir á fundum á Arktiska Ráðnum.
- Føroyar, Grønland og Danmark eru tó eru samd um at leggja trýst á Kanada um at broyta hesa støðu áðrenn fyrsta fund á embætisstigi, ið verður í heyst.
- Harumframt er semja um at tillaga mannagongdirnar innanhýsis í felags sendinevndini soleiðis, at býtið ímillum øll trý londini verður javnari, tá orðið verður ført á fundum.
Løgmaður sigur, at í næstum fer hann at kalla Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum til fundar, soleiðis at høvi verður at kunna nærri um málið og útlitini fyri framman.
Annars vildi Grønlands ikki vera við á fundi fyri at mótmæla ætlanini at broyta mannagongdina.
Men tað heldur løgmaður ikki er rætt hjá Føroyum at gera.
Hann heldur, at tað er betri at vera við og sostatt sleppa til orðanna við hini londini, enn at sita heima og mótmæla.










