Føroyingar koyrt bil í 78 ár

Leygardagin í næstu viku - tann 6. mai, eru liðin 88 ár síðani fyrsti bilurin trillaði á føroyskari jørð. Tann dagin seldu Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen fyrsta bilin til Júst Sivertsen og Johannes Olsen í Havn. Talan var um ein Ford TT lastvogn, sum kom til landið við DFDS-skipinum Island hendan dagin.

Eirikur Lindenskov


Júst Sivertsen (føddur í 1892) var kendur bilførari í Havn. Men Johannes Olsen (føddur í 1894) doyði longu í 1924 av vanlukku, tá ein ketil sprongdist á nýggja Alexandrines Hospitali.

Ein teirra, sum var á Kongabrúnni, tá bilurin kom í land 6. mai 1922 var Oluffa Jensen (Luffa í Gongini) í Havn. Hon var tá níggu ára gomul, men hon minnist hendingina væl, tí Johannis og hon vóru systkinabørn. Í viðtalu við Sosialin 12. juni 1996 segði hon:

? Eg minnist væl tann dagin. Nógv fólk var komið saman, og bilurin kom í land á einum prámi. Eg minnist ikki, hvørjum skipi hann kom við, men tað var eingin sum dugdi at koyra bilin. Hann var tí skumpaður niðan í Quillingsgarð, har Wenzel og Vilhelm høvdu smiðju.

? Johannes var tann fyrsti, sum koyrdi. Tað var danin, Plank (pápi Viggo Plank), sum lærdi hann at koyra. Ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi, segði Luffa.

Hannis førdi Reyða Kross, men fór seinni á hospitalið at arbeiða sum montørur, sum tað kallaðist.

? Tá haldi eg, at Júst tók yvir bilin, segði Luffa.

Hannis arbeiddi nógv, greiddi Luffa frá.

? Fysikus Herup hevði altíð boð eftir honum, og tað var eisini tí, at vit vóru millum tey fyrstu, sum fingu telefon. Minnist meg rætt, hvødu vit nummar 13.

Hvussu nógv var at koyra fyrstu tíðina minnist Luffa ikki reiðiliga.

? Men teir koyrdu við fólki , tá minnist eg væl. Teir koyrdu túrar niðan á Sanatoriið og aðrar túrar við. Minnist meg rætt, kostaði tað 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn. Eg minnist væl, at Johannes hevði eina pappeskju við 25 oyrum undir seingini.

Um bilin sigur Luffa, at hon heldur hann var svartur ella rættuliga myrkur. Hann hevð ikki el-startara, men skuldi vindast í gongd.



Fyrstu koyrikortini


nr. NavnføddurKort dagfest

1.Johannes Olsen, Havn189423.08.1923

2.Júst Sivertsen, Havn189223.08.1923

3.Aksel Dalsgaard, Skálavík190125.09.1923

4. Jacob H. Isaksen, Søldarfj.187923.10.1923

5.Hans G. Hansen, Miðvági189325.10.1923

6.Gregorius Hansen

»milliónerurin«, Tórshavn189210.01.1924

7.Carl O. Jensen, stjóri

á Majarínum189210.01.1924

8.Johan E S Mikkelsen, Havn189910.01.1924

9.Christian F. Jensen, Havn188720.02.1924

10.Johan K Poulsen, Havn188205.03.1924


Fyrsta kvinna at koyra bil var:

27.Petra Elisa Frida Rein úr Havn. Hon var dóttir Jakku hjá Pedda við Stein og var ógift

190717.08.1926

Yvirlitið hevur Meinhard Arge skrivað í

tíðarritinum hjá Føroya Ellisakførum í apríl 1993