Føroyingar í koronaótta venda sær til Sinnisbata

– Tey hava tørv á onkrum, sum lurtar, uggar tey og sum kann práta og ráðgeva teimum um teirra støðu. Fleiri dáma væl at hava møguleika at samskrifta skrivliga og samstundis sleppa at vera dulnevnd, sigur Sinnisbati

 

Alsamt fleiri føroyingar hava seinasta mánaðin vent sær til Sinnisbata fyri at fáa hjálp og vegleiðing í sambandi broytta gerandisdagin, sum koronasmittan hevur havt við sær. 60 prosent av samrøðunum á kjatt-tænastuni, sum Sinnisbati hevur bjóðað síðan september í fjør, hava verið í marsmánað.

Alt bendir á, at støðan samfelagið í løtuni er í, er orsøkin til, at fleiri venda sær til felagið, roknar Sinnisbati við.

– Flestu samrøðurnar snúgva seg um einsemi, ótta og stúrarnir av ymiskum slagi, meðan summar snúgva seg um mistan hug til lívið og sjálvmorðstankar, sigur Sinnisbati í tíðindaskrivi.

– Tað, sum serliga ávirkar fólk, er kreppan kring koronu, og hvussu tey skulu og kunnu handfara støðuna. Tað, sum er felags fyri tær flestu samrøðurnar, er, at tey, sum skriva, hava tørv á onkrum, sum lurtar, uggar tey og sum kann práta og ráðgeva teimum um teirra støðu. Fleiri dáma væl at hava møguleika at samskrifta skrivliga og samstundis sleppa at vera dulnevnd, sigur Sinnisbati.

Í hesum sambandi hevur Sinnisbati valt at víðka upplatingartíðinar fyri kjattinum á heimasíðuni soleiðis, at tað eisini er virkið gerandiskvøld frá klokkan 20-22 og um vikuskiftið frá klokkan 20-23. Umframt hesar tíðir ber sum áður eisini til at seta seg í samband við felagið umvegis kjattið og telefon gerandisdagar frá klokkan 10-12.

Tað er eitt sjálvboðið toymi, sum hevur kjattið um hendi og ráðgevarnir hava drúgvar royndir í at ráðgeva fólki í ymiskum viðuskiftum og lívsumstøðum. Tað er eitt toymi av fólki frá ymiskum yrkisgreinum. Ráðgevarnar arbeiða í vaktum.

– Til ber at venda sær til felagið við øllum sløgum at fyrispurningum, stúranum, tonkum og kenslum. Eru spurningar, sum ráðgevin ikki sjálv/sjálvur kann svara uppá, verður viðkomandi vístur til onnur tilboð sum kunnu veita røttu vegleiðing og hjálp. Arbeitt verður út frá galdandi reglum um tagnaðarskyldu og øll sum venda sær til felagið eru dulnevnd, sigur felagið.

##med2##