Tað hevur gingið stak illa í hond hjá Vendsyssel í landskappingini í hesum kappingarárinum. Eftir trý umfør liggur Vendsyssel til niðurflyting, tí at allir tríggir dystirnir eru taptir, og hetta merkir, at Vendsyssel er einsamalt botnlið við ongum stigi.
Í gjár fekk Vendsyssel, ið hevur tríggjar føroyingar í hópinum, tó okkurt at gleðast um. Steypakappingardystur var á skránni ímóti Birkelse, sum til dagliga spælir í Danmarksseriuni.
Ein slíkur steypakappingardystur er eitt upplagt høvi fyri spælararnar at fáa eitt sindur av eyka sjálvsáliti og skora nøkur mál, og sigast má, at Vendsyssel tók av møguleikanum. Vendsyssel vann nevniliga heili 9-0.
Føroysku Hákun Edmunsson og René Shaki Joensen spældu allan dystin. Heimasíðan hjá Vendsyssel skrivar, at Hákun legði upp til fyrsta málið í dystinum, meðan René Shaki Joensen varð feldur og vann brotssparkið, ið viðførdi málið til 4-0.
Næsti dysturin hjá Vendsyssel verður spældur sunnudagin, tá ið føroyingauppgerð er á skránni á Sundby Idrætspark. Fremad Amager, sum hevur Bárð Jógvansson Hansen og Heina Vatnsdal, tekur ímóti Vendsyssel.