Nú hava føroyingar aftur gjørt eitt átak í danska náttarlívinum.
Michael Christiansen og Dánial Petur Thorsteinsson hava keypt ein náttklubba í trimum hæddum, sum liggur í hjartanum í Keypmannahavn, og har ætla teir at satsa við einu nýggjum og eksotiskum dansistaði.
Føroyingar í Keypmannahavn hava rættiliga tikið dansistaðið Jacques, har Todi Jónsson er ein av eigarunum, til sín, og nýggja dansistaðið ætlar sær ikki at fara at kappast um føroysku kundar í danska náttarlívinum.
? Vit ætla ikki at spæla føroyskan tónleik ella hava føroyskar plátuvendarar, tí vit fara ikki at kappast við Jacques um føroyingarnar, sum fara í býin í Keypmannahavn. Føroyingar eru sjálvsagt vælkomnir hjá okkum, men tað eru danir, sviar og norðmenn eisini. Staðið er heilt einfalt ov stórt til, at vit fara at satsa upp á føroyingar, sigur Michael Christiansen.
Frá stripp til dans
Náttklubbin liggur í Østergade, sum er nærindis Kongens Nytorv ? einar 200 metrar frá Strøgnum ? og tað verður mett sum eitt sera gott stað til ein náttklubba. Fleiri kend og væl umtókt støð eru í nánd, og tað plagar at lokka nógv fólk í býin har um leiðir.
Staðið hevur seinastu seks árini gingið undir navninum Velvet Club og hevur verið ein strippklubbi.
Men tey, sum kanska nú vænta ein føroyskan strippklubba í Keypmannahavn, mugu fáa armarnar niður aftur beinanvegin, tí føroysku eigararnir fara at gera staðið aftur til eitt dansistað, sum tað eisini var øll áttatiárini og fram til miðskeiðis í nítiárinum.
Føroysku eigararnir hava fingið lyklarnar til náttklubban, men teir eru noyddir at fara ígjøgnum alla mylluna fyri at fáa loyvi til at hava dansistað, og hetta rokna teir við kemur upp á pláss innan tvær vikur.
Egyptiskur íblástur
Hóast teir nú bíða eitt sindur eftir myndugleikunum, hava teir langt síðani gjørt av, hvat teir ætla at brúka tað 640 fermetra stóra dansistaðið til.
? Vit fara at gera eitt stað við eitt sindur av egyptiskum íblástri. Tað skal eita Club Cairo, og vit fara at stíla eftir teimum, sum eru 23 ár og eldri, sigur Michael Christiansen.
Tað eru nógv dansistøð í Keypmannahavn, sum kappast um tey heilt ungu, og hesa kapping ætla føroyingarnir sær ikki at blanda seg uppí.
? Kappingin um tey heilt ungu er sera hørð, og tað ávirkar eisini prísirnar, so at tú nógva staðni kanst uppliva verulig discount-diskotek, sigur Michael Christiansen.
? Vit halda, at tey ungu, sum eru eitt sindur eldri ? úr 23 árum og upp í 30'ini ? eru ein meira áhugaverdur málbólkur hjá okkum. Tað eru bara heilt fá støð, sum stíla eftir hesum málbólki, og tí halda vit, at tey mangla eit t gott stað at fara í.
Opið tvey kvøld um vikuna
Bæði Michael Christiansen og Dánial Petur Thorsteinsson hava tilknýti til eitt annað stað í danska náttarlívinum, sum føroyingar kenna væl ? nevniliga Skarv. Tað var í nógv ár miðdepilin hjá føroyingum í Keypmannahavn, men nú er tað ikki til longur. Dánial Petur átti og eigur framvegis staðið, har Skarv var, men nú gongur tað undir navninum Lemon og er ikki nakað føroyskt stað burturav.
Club Cairo skal hava opið fríggjakvøld og leygarkvøld, og tá verður siglt við fullum seglum. Eini 20 fólk skulu arbeiða har, og pláss er fyri 450 gestum.
? Vit ætla okkum ikki at hava opið til dømis hóskvøld, tí tá eru tað mest tey heilt ungu, sum fara í býin, og vit vilja ikki lokka tey at koma inn til okkara, tá ið tað eru onnur fólk, sum vit vilja hava fríggjakvøld og leygarkvøld. Fyri at vit ikki skulu blanda alt saman, hava vit bara opið tvey kvøld, sigur Michael Christiansen.
Hann sigur tó, at teir eru opnir fyri, at onnur kunnu hava tiltøk har, tá ið Club Cairo ikki er opin. Tað er ikki óvanligt, at aðrir klubbar leiga seg inn í slík høli ávís kvøld at hava tiltøk. Tað hevur eisini verið gjørt á eitt nú Jacques.
Føroyingarnir rokna við, at Club Cairo fer at lata upp síðst í februar mánaði ella fyrst í mars mánaði.