Mikudagin 25. apríl, er, sum kunnugt, flaggdagur og tá verða flaggdagshald kring um í landinum.
Men tað er ikki bara ymsastaðni í Føroyum, at flaggið verður hátíðarhildið.
Eisini føroyingar í Keypmannahavn hava flaggdagshald.
Tað verðu í Føroyahúsinum flaggdagin klokkan 17.
Har ferð navnframi útisetin, Virgar Dalsgaard, at halda flaggrøðuna.
Men sangur og tónleikur er eisini á skránni.
Tey fara at syngja ur Føroya Fólks og Pætur við Keldu fer at spæla klaver.