Í morgin hittast yvir 170 føroyingar í Keypmannahavn í Føroyahúsinum, har løgtingsvalið verður víst á stórskíggja.
Tað er MFS í Keypmannahavn, sum skipar fyri hesum tiltakið, og sum hevur varpað ljós á valstríðið seinastu tíðina.
Fyri stuttum bjóðaði MFS til politiskt orðaskifti í Føroyahúsinum, har eitt fullsett høli lurtaði eftir politisku umboðunum.
Á Facebook verður staðfest, at í øllum førum 170 føroyingar hava tikið av innbjóðingini um at fylgja valúrslitinum í Føroyahúsinum.
MFS er felagið hjá føroyskum lesandi uttanlands, og felagið í Keypmannahavn hevur av álvara gjørt vart við seg seinastu tíðina, og bjóðar støðugt til tiltøk, sum føroysk lesandi kunnu njóta gott av.
Felagið hevur eisini gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa føroysk lesandi at skráseta seg til valið, og fyri stuttum gjørdist greitt, at áleið dupult so nógv hava skrásett seg til hetta valið, í mun til undanfarna løgtingsval.










