Føroyingar keypa væl fleiri bilar

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár hava bilasølurnar í Føroyum selt væl fleiri bilar enn tær gjørdu í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað staðfestur Akstovan, sum skrásetir nýggjar bilar.

Hesar fyrstu fýra mánaðir frá januar til apríl í ár hevur Akstovan tilsamans skrásett 403 nýggjar bilar, motorsúkklur og nýggj prutl og tað eru 62 bilar fleiri enn skrásettir vóru fýra teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Tá vóru 341 nýggir akfør skrásett.

Serliga stórur er vøksturin í søluni av nýggjum persónbilum.

Higartil í ár eru 309 nýggir persónbilar seldir aftur ímóti 245 persónbilar í sama tíðarskeiði í fjør.

Talan er um ein vøkstur upp á 64 bilar og í prosentum er talan um ein vøkstur upp á 26,1%.