Fyri einum lítlum mánaði síðani fóru Jákup Jacobsen og Kári Hentze undir at greiða føroyingum frá møguleikunum, um at keypa summarhús í Turkalandi. Møguleikanum at keypa eina íbúð í Kemer – eitt øki, har miðalhitin um veturin er tjúgu stig, og um summarið liggur omanfyri 30 stig – eina íbúð við hava og svimjihyli. Við útsýni yvir risastór fjøll við kavakløddum toppum, og bara nakrar hundrað metrar frá strondini.
Kostnaðurin fyri eina slíka íbúð, sum er millum 80 og 100 fermetrar til støddar, liggur frá 800.000 krónum og upp eftir. Hetta ljóðar av nógvum, men sambært Jákup Jacobsen er tað ikki nakað, sum heldur føroyingum aftur.
– Tríggjar íbúðir eru seldar, og teir báðir næstu handlarnir eru so gott sum í hús, sigur hann, sum saman við Kára Hentze umboðar Concept House í Føroyum.
Keyp og leiga út
Sambært Jákup Jacobsen er áhugin fyri íbúðunum í Kemer stórur millum føroyingar. Eisini sjálvt um prísurin liggur um milliónina.
– Áhugin er stórur, og føroyingar hava ráð til tað. Vit eru spakuliga við at flyta okkum frá tankanum um, at man skal partú einki skal skylda, tá man fer í grøvina. Men tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er tað unga parið við tveimum børnum og nýggjum húsi, sum ger eina íløgu sum hesa, sigur Jákup Jacobsen, og nevnir so eisini onkrar møguleikar fyri at gera eina íbúð “bíliga”.
– Eingin sigur, at man skal vera einsamallur um íbúðina. Tað kann til dømis vera tvey pør, sum keypa hana saman. Eisini kanst tú leiga íbúðina út sjálvur, og harvið rinda ein part aftur tann vegin.
Summarhús í Saksun og Turkalandi
Consept House er ein donsk fyritøka við turkiskum samstarvsfeløgum. Teir hava verið virknir í hálvttriðja ár, og hava selt 54 íbúðir til danir. Nú flyta teir seg spakuliga inn á føroyska marknaðin, og Jákup Jacobsen greiðir soleiðis frá teirra vøru:
– Konseptið hjá Concept House er, at hava eina pakkaloysn til sínar kundar. Tú keypir eina íbúð, sum tú kanst ferðast í, tá tær lystir. Tað er tín íbúð, sum verður hildin viðlíka meðan tú ikki ert har: húsið verður vaskað og svimjihylurin verður hildin reinur, til tú kemur aftur. Hugskotið er, at tað skal vera stuttligt eitt eiga eini hús í Turkalandi, greiðir Jákup Jacobsen frá og leggur so aftrat:
– Hetta er ikki sum at eiga summarhús í Saksun, sum tú mást hyggja til í tíð og úrtíð, tí her hyggja fólk eftir tínum húsi fyri teg.
Norðurlendskt støði
Men hóast hetta er ikki er sum summarhúsið í Saksun, so vissar Concept House um, at góðskan og støði í byggjarínum er í lagi.
– Concept House selur einki, vit ikki sjálvi hava bygt. Vit geva eisini fólkinum møguleikan at fylgja byggigongdini, soleiðis at tey kunnu koma til Kemer og hyggja meðan teirra íbúð verður bygd.
– Fólk skulu kunna síggja vøruna, áðrenn tey keypa hana. Tí skipa vit eisini fyri túrum til Kemer, so fólk kunnu koma og hyggja hvat tað er, vit bjóða teimum. Keypa tey so eini hús, verður ferðin endurgoldin av okkum, sigur Jákup Jacobsen.
Fólk koma ikki í rasshaft
Vit hava øll hoyrt søgurnar um fólk, sum hava keypt hús í fjarskotnum og fremmandum landi, sum longu var selt til fleiri onnur frammanundan. Eisini kenna vit sonevndu “time-share” íbúðirnar, sum fleiri hava brent seg av. Tí er nærliggjandi at halda, at Concept House er enn eitt dømi um smásvikarar, sum lumpa pening úr bláoygdum norðurlendingum. Men tað er als ikki, vissar Jákup Jacobsen.
– Hetta er yvirhøvur ikki í familju við time-share ella nakað, sum minnir um tað, slær Jákup Jacobsen fast. Tað samsvarar eisini væl við tað, sum ein av eigarunum av Concept House, Henrik Borup, hevur sagt við danskar fjølmiðlar.
– Okkara kundar kunnu ikki koma í rasshaft. Allar okkara grundir verða goldnar kontant, og vit hava onga dulda dagsskrá, segði Henrik Borup við við Jyllands-Posten 12. mai í fjør.
Dansk Ejendomsmæglerforening ávarar eisini ímóti svikarum og falsarum, sum handla við ognum uttan loyvi ella fortreytir av nøkrum slag. Av somu orsøk eru tvey av lyklaorðunum í arbeiðinum hjá Concept House álit og trygd.
– Keypir tú frá okkum, fært tú skeyti uppá, at hetta er títt hús, upplýsir Jákup Jacobsen.