Føroyingar kappast í Danmark

Leygardagin 18. novembur var fimleikakapping fyri 2. deild í Grøndalscenteret í Keypmannahavn. Tað var Gymnastikforeningen Gefion, ið stóð fyri fyrsta umfari av tveimum. Kappingin í 2. deild hevur verið niðurløgd í fýra ár.
Tó vóru bara tvey lið, Gymnastikforeningen Gefion úr Keypmannahavn og Nakskov Gymnastikforening. Á liðnum hjá Gefion vóru tveir føroyingar; 17 ára gamli klaksvíkingurin Uni Mikkelsen var við sum fimleikari í sínu fyrstu kapping í Danmark, og Helgi W. Olsen var venjari hjá liðnum.
Úrslitið gjørdist, at gestirnir úr Nakskov vunnu tepran sigur við 120,90 stigum móti Gefion, ið fekk 120,50 stig. Munurin er mestsum eingin, og tí kann alt henda í seinna umfarinum, ið verður í Nakskov 2. desembur.