Føroyingar ivingasamir um álop á Irak

Føroyingar eru tvíbýttir í spurninginum um kríggið í Irak. Annar hvør føroyingar tekur undir við krígnum, men samstundis halda fleiri enn helvtin av teimum spurdu, at álopið á Irak skuldi verið góðkent av ST fyrst

KANNING

Annar hvør føroyingar tekur undir við, at USA og tess sameindu lupu á Irak.
Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin. 502 føroyingar yvir 15 ár vórðu spurdir í døgunum 27. til 30. mars, og yvirhøvur má sigast, at tey, sum taka undir við krígnum eru fleiri enn tey, sum eru ímóti.
Av teimum spurdu taka 50% undir við, at USA og Bretland lupu á Irak uttan spyrja ST eftir. 36% siga seg vera ímóti, og heili 14% siga seg ikki vita.
Sostatt eru føroyingar meiri krígshugaðir, enn okkara grannar hava verið í líknandi kanningum. Men hinvegin eru føroyingar ikki so eldhugaðir at loypa á, sum amerikanarar. Somu spurningar eru settir í USA 22. og 23. mars, og har yviri svaraðu 72%, at tey taka undir við krígnum. 25% søgdu seg vera ímóti og bert 3% vistu ikki.

Fyri samtykt
Løgtingið hevur annars samtykt við stórum meiriluta, at øll tiltøk ímóti Irak skuldu góðkennast av Sameindu tjóðum fyrst. 19 tingmenn atkvøddu fyri, og bara 9 atkvøddu ímóti. Og tí kundi verið líkt til, at samsvar er ikki millum løgtingið og føroyska fólkið.
Men so er ikki. Tí hóast helvtin av føroyingum taka undir við krígnum, so tekur meira enn helvtin av teimum spurdu samstundis undir við kravinum hjá løgtinginum. 57% av føroyingum taka undir við samtyktini hjá Føroya løgtingi um, at hernaðarlig tiltøk til tess av fáa Irak at ganga undir ST-samtyktir skulu góðkennast av ST. 28% siga nei og 15% vita ikki.
Sostatt tykjast føroyingar at halda, at tað hevði verið best, um ST góðkendi kríggið, men tá tað eftir øllum ikki lat seg gera, var neyðugt, at USA og Bretland tóku um endan.

Ójavnir flokkar
Ógvuliga ójavnt er, hvussu veljararnir hjá ymisku flokkunum taka undir við politikkinum hjá sínum flokki. Talan tykist eisini í hesum føri at vera eitt »bæði og«.
Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin søgdu allir nærum einmælt, at øll tiltøk ímóti Saddam Hussain skuldu góðtakast av ST. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vóru ímóti. Veljarin tykist meira ivasamur.
Til dømis taka 55% av fólkafloksveljarunum undir við, at USA leyp á, men akkurát líka nógv, sum valdu Fólkaflokkin seinast, siga at álopið skuldi verið góðkent av ST.
Nøkunlunda somu tøl eru fyri Sambandsflokkin. 53% styðja álopið á Irak, men 55 prosent siga samstundis, at tað skuldi verið góðkent av ST fyrst.
Eitt sindur greiðari tala fæst í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Í Javnaðarflokkinum siga 46% seg taka undir álopinum, men 58% siga, at tað skuldi verið góðkent av ST fyrst. 50% av tjóðveldisveljarum taka undir við álopinum, men 64% halda, at tað skuldi fingið stuðul frá ST.
Í serstøðu

Í serstøðu
Í Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum eru tølini smá, men talan er hinvegin greið.
Serliga Miðflokkurin stingur seg burturúr. 67% av veljarunum hjá Miðflokkinum styðja treytaleyst álopið á Irak og bara 21% eru ímóti , men 45% høvdu kortini ynskt, at ST tók undir við álopinum.
Í Sjálvstýrisflokkinum sigur annarhvør veljari, at kríggið er í lagi, men heili 72% høvdu heldur sæð, at ST førdi kríggið ímóti Irak.