Føroyingar í øðini við Blachman

Føroyingar kóka í illsinni eftir at Blachman legðist eftir Lindu og ynskti at fáa hana úr X-Factor Føroyingar hava funnið tey tungu vápnini fram, eftir at Blachman í Ekstra Blaðnum í gjár langaði eftir føroysku songkvinnuni Lindu Andrews. Ein av teimum, ið er ónøgd við X-Factor dómarin, er Guðrun Sólja Jacobsen, sum í 2003 vann kappingina ?Stjerne for en Aften?

- Tað er langt úti av Blachman at siga sum hann ger. Hann átti at tálmað sínar útsagnir, tí Linda er hóast alt bert eitt menniskja. Tað má verða ræðuligt hjá henni at fáa slíkt slongt í høvdi, sigur hon við ekstrabladet.dk

 

Langt úti

- Tað er feitt, tá ið føroyingar megna at gera okkurt serstakt. Eg verið errin, tá ein føroyingar sleppur so langt í einari kapping. Hóast Føroyar er eitt lítið land, so náa vit langt á tí listarliga pallinum, sigur Guðrun.

 

Sambært Ekstra Blaðnum gingu bylgjurnar høgt, tá ið tey í gjár máldi støðuna í Føroyum.

Á Facebook bólkinum hjá Lindu vísa fólk eisini sína ónøgd, og fleiri føroyingar, ið Ekstra Blaðið hevur verið í samband við, eru eisini ónøgd við støðuna:

- Blachman er for langt úti, men hann sigur bert tað sum hann sigur, tí hann er bangin fyri Lindu. Hon er tann besta í kappingini, og hann veit, at hon verður ein harður kappingarneyti hjá hansara luttakarum. Tí vil hann hava hana út, sigur Marsanna Heinesen.

 

Eisini suðuroyingur Rudi Bruhn hevur víst sína ónøgd.

- Eg hevði einaferð stóra virðing fyri Blachman, men tað havi eg ikki longur. Hann happar Lindu. Tað er als ein orsøk fyri at verða so grovur. Tað má hava sligið klik fyri honum, sigur hon.