Nú eru teir komnir til Hollands, har riggast skal til. Tað verður tikin ein felagsmynd av teimum. Nógv verður gjørt burtur úr, og sjálvur Bernhard prinsur, maður Julionnu drotning, vitjar umborð á Willem Barendsz.
Óli Jacobsen skrivar millum annað:
» Endiliga tann 14. oktober komu teir umborð á móðurskipið, Willem Barendsz. fyri at rigga til, áðrenn farið varð avstað. Her var nógv at gera, tí ein hópur av útgerð skuldi takast umborð líka frá heilivági til flogfør.
Henda stóra ætlan vakti eisini stóran ans í Hollandi, ikki minst tí fjølmiðlarnir har gjørdu so nógv burtur úr henni.
##med2##
Orsakað av tí stóra almenna áhuganum fekk meginparturin av manningini frí sunnudagin 20. oktober, so fólk kundu sleppa umborð at vitja. Áhugin var eisini stórur, tí ikki færri enn 4.000 fólk komu “á gátt”.
Áhugin var framvegis so stórur, at tann 23., tríggjar dagar seinni, komu onnur 1.000 fólk á vitjan. Millum hesi var Bernhard prinsur, maður Julionnu drotning. Men tá ið menn eisini arbeiddu henda dagin, var øll henda vitjanin til fortreð fyri arbeiðinum umborð.
Les eisini: Føroyingar á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum: Prinsurin kemur umborð
Tann 24. oktober var stór stórt ball umborð, tí tann dagin var skipið leyst frá bedingini og bleiv yvirtikið av reiðarínum. Ein ministari var umborð tann dagin. Tá ið hann kom umborð, fór merki felagsins til tops. Tað var ein javnur streymur umborð av fólki at síggja skipið allan dagin. Tað mundu vera fleiri túsund fólk. Tað vóru so nógv, at tað var sjáldan arbeiðandi fyri teimum.
##med3##
Hendan dagin fóru manningin umborð á Willem Barendsz at búgva.«
Greinin kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og kann eisini lesast í talgildari útgávu í Sosialinum á in.fo ella á sos.fo
##med4##