Føroyingar í hjálpararbeiði í Kenya

Sarah Zachariassen og Bergur Thorsteinsson
----------
Vit vóru í Nakuru í Kenya í summar hjá foreldurunum hjá Sarah, Stella og Petur Zachariassen, ið virka sum trúðboðarar í Kenya saman við yngstu dóttur teirra, Kezia.
Stella og Petur fluttu til Kenya í august 2009, eftir at tey sóu hvussu stór neyðin var her eftir valið í 2007, tá ið ófriðurin fór fram. Tey virka ikki innan fyri nakra organisation, men sum sjálvstøðug. Vit bæði fóru so til Kenya í juni, og vórðu har í tveir mánaðir.
Stella og Petur greiða frá at tey hava ymisk projekt koyrandi, so sum at geva gøtu­dreingjunum mat hvønn mikudag, og hvønn sunnudag eru tey í eini bygd, sum eitur Piavi, har tað er sera fátækt og liggur uttan el og vatn. Har eru sera vána­ligir vegir at koma aftur og fram eftir.
Neyðin er stór her í Kenya, tí pengar eru ikki lættir at fáa fatur á. Ein kann so spyrja, hví man vil ofra so nógv fyri at fara til Kenya, hvar tey onki hava. Svarið er einfalt: fyri at boða evangeliið til fólk, sum liva har eingin vón er fyri framman, siga tey.
At geva gøtudreingjunum mat er ikki eitt lætt arbeiði. Teir sniffa lím og kunnu verða vandamiklir, tá ið teir eru skeivir av hesum. Hóast tað er eitt vandamikið arbeiði, hava Stella og Petur ikki givið upp. Dreingirnir hava greitt teimum frá, at fleiri trúboðarar hava roynt samarbeiði, men eru givnir eftir stuttari tíð. Sambandið millum meg, Petur og dreingirnir er blivið so mikið sterkt, at teir kalla meg mamma, sigur Stella.
Vit hava nøkur prosjekt koyrandi, men vit hava tvey serlig prosjekt, har vit ætla at byggja hús til tvær familjur. Eitt gott hús hjá einum lokalum kenyanara, ið minnir um eitt føroyskt seyðahús, kostar bert umleið 15.000 kr. at gera. Vanliga eru hús í bygdunum her gjørd av leiri og lorti. Tey hava moldgólv og standa sum best ber til. Í einum slíkum húsi býr kanska ein familja upp á 9-10 fólk, har øll sova á gólvinum. Serliga eru umstøðurnar vánaligar, tí tá ið tað regnar, er alt eitt runudýki inni í húsinum.
Vit eru byrjað eina innsavning við stuðlum til at gera hetta føroyska prosjektið her í Kenya.
Vit eru sera takksom fyri stuðulin úr Føroyum, men enn eru vit ikki rokkin á mál.
Her er málið ikki at geva fólkinum fisk, men at læra tey at fiska, sum orðatakið sigur. Sum sagt, so hava vit ymisk prosjekt koyrandi, har m.a. nógvir føroyskir stuðlar hjálpa børnum at ganga í skúla. Skúlagongdin er ókeypis, men uniformar, bøkur o.s.v. kosta umleið 150 kr um mánaðin, og tað hevur tað vanliga fólkið ikki ráð til her. Her hugsa øll um seg og sítt fyri at yvirliva, so tað er ikki lætt at hjálpa, tá ið neyðin er so stór, sum hon er.
Vit vóru herfyri í bygduni Piavi og høvdu eitt døgðuraball fyri teimum, ið koma á møtini, sum vit hava. Vit fingu hjálp við nøkrum stuðlum til at keypa teimum kjøt til døgurða, og tað hevði meginparturin av teimum ikki roynt áður í sínum lívi, altso at eta kjøt. So gleðin var sera stór tann sunnudagin.
Herfyri fingu vit hjálp frá føroyskum stuðlum til at keypa 13 familjum ein 100 litur dunk í part. Av tí at tað er sera trupult at skaffa vatn, má man hava dunkar standandi undir takrennunum fyri at samla vatn saman. Ofta mugu tey so taka vatnið úr ánni, sum rennur umleið tríggjar kilometrar burtur frá bygduni. At drekka hetta vatnið ber allar møguligar sjúkur við sær, tí her drekka eisini neyt og seyður. Ofta liggja eisini deyð djór í ánni.
Einki av hesum ber til uttan stuðlar. Um onkur hevur hug at stuðla hesum, eru tey vælkomin til tað. Til ber m.a. at kontakta Stellu á Facebook ella á teldupostadressuni stellaz@olivant.fo. Tá ið alt kemur til alt, so er neyðin sera stór. Men sum tað stendur í Bíbliuni, so eru markirnar klárar at heysta, og tað er m.a. tað sum heldur okkum koyrandi, siga Stella og Petur Zachariassen.