Føroyingar hjálpa Kosovo-albanum

- Vit hava skyldu til at hjálpa teimum, ið verða rakt av slíkari vanlukku, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya

Í hesum døgum halda fleiri hundrað túsund albanar úr Kosovo til úti á berajólum í grannalondunum, serliga í Albania, ið er fátækasta landið í Europa - uttan at eiga annað enn tað tey hava á kroppinum. Hjálparfelagsskapir eru farnir í holt við at hjálpa teim neyðstøddu flóttarfólkum. Ein teirra er Alheims Reyði Krossur, ið Reyði Krossur Føroya er partur av. Og felagsskapurin heitir á øll um at hjálpa.

Tørvurin er størstur á pengum til at keypa heilivág, mat og tjøld fyri. Reyði Krossur Føroya hevur fyri trimum vikum síðani sent hálvt triðja tons av brúktum góðum klæðum av stað, og roynt verður at fáa hesa nøgdina víðari til Balkan við hjálp frá Dansk Røde Kors.

- Í løtuni savna vit ikki klæði inn. Vit hava sent klæði av stað tvær ferðir higartil í ár. Áheitanin hjá okkum um neyðhjálp er fyrst og fremst eftir pengum, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya.


Vóna góða undirtøku

Reyði Krossur Føroya hevur fingið áheitanir frá fólki um at skipa fyri eini peningainnsavning. Hvussu nógv felagskapurin vónar at fáa inn og hvussu leingi savnað verður inn, torir formaðurin í felagskapinum ikki at spáa um.

- Vit hava skyldu til at hjálpa teimum, ið verða rakt av slíkari vanlukku. Hesi fólkini eru sakleys. Roknast kann við, at henda støðan, ið er íbirt, heldur fram eina tíð. Venda fólkini aftur til staðið, tey eru flýdd frá, skulu tey byrja av nýggjum við ongum.

- Vit hava júst sent 240.000 krónur til tey, ið vórðu rakt av náttúruvanlukkuni í Miðamerika. Hesir pengar komu inn við stuðli frá Føroya Landsstýri og fólki annars, ið lótu 38.000 krónur. Miðamerika og Balkan eru fjart úr Føroyum. Føroyingar hava lættari við at fyrihalda seg til slíkar vanlukkur, tá ið tær henda nærri okkum, sum til dømis í Íslandi fyri nøkrum árum síðani. Men vit vóna, at væl kemur inn til tey neyðstøddu á Balkan, sigur Súni Vinther.

Reyða Krossur Føroya samstarvar við Dansk Røde Kors. Í løtuni liggja 4000 tons av klæðum klár at senda til neyðstødd fólk kring allan heim.

Limatalið í Reyða Krossi Føroya er ikki høgt í mun til fólkatalið, ei heldur í mun til, hvussu tað er aðra staðni - uml. 4-500 fólk eru limur. Fólk kunnu altíð veita eina hjálpandi hond til hjálparvirksemið hjá hesum felagskapi við at fara inn í ein peningastovn og flyta pening á konto hjá Reyða Krossi við tilskrift, hvar peningurin skal brúkast.

Aðalfundur var fyri stuttum í Reyða Krossi Føroya. Nevndin er mannað av Súna Vinther sum formanni, Marner Simonsen sum næstformanni, Øssur av Steinum, Jens Paula Reyn og Nanny Henriksen.