Føroyingar hjálpa jødum heim

Tíðindarskriv

Felagsskapirnir, Vinir Ísraels, Ísraelsfelagið og Ísraelsmissiónin tóku seg saman herfyri, og stovnaðu undirdeildina "Hjálp Jødunum Heim", sum hevur júst tað endamál sum navnið sigur.

Samstarvað verður við felagsskapin "Keren Hayesod", sum varð stovnaður í London í 1920 og nú hevur høvuðsstøð í Jerúsalem.

Ymisk tiltøk eru gjørd fyri at savna inn pening.

Tiltøk hava verið í Klaksvík, á Glyvrum og í Havn, og herfyri var stuðulskonsert í fullsettari Læraraskúlahøll, har kenda ísraelska sangkvinnan, Israela Assago (myndin) sang, saman við m. a. Sigrið Rasmussen og Heina Lutzen.

Israela er Etiopisk av uppruna. Mamma hennara var fátøk og illa stødd, tá hon flutti heim til Ísraels, og tær báðar, saman við túsundtals øðrum innflytarum, eru í dag dømi um hvussu væl tey trívast heima í Ísrael í dag.

Føroyingar hava tikið væl undir við at stuðla, soleiðis at aðrir jødar kunnu flyta heim til egna land sítt at búsetast.

Nógv hava latið gávu eina ferð, og onnur hava teknað seg sum fastan stuðul, og flyta eina upphædd hvønn mánað.

Síðan tiltøkini byrjaðu er innsavnað í Føroyum uml. hálv millión krónur.

Í lýsing í bløðunum í hesum døgum er tekningarseðil, har til ber til at stuðla hesum góða tiltaki.

Føroyingar hava fingið nógvar góðar vinir í Ísrael og kring heimin, sum eisini virka fyri at hjálpa jødunum heim. Á heimasíðuni, kh-uia.org.il, ber til at kunna seg um felagsskapin Keren Hayesod og undir "Friends of Israel" skriva teir nakað um Føroyar.