Føroyingar hittust í Sveits

Frítíðarparkin "Tipi-Dorf" var staðið, tá fleiri føroyingar settu hvørjum øðrum stevnu mitt í Alpulandinum Sveits.

Tað vóru hjúnini Ellen og Fritz Holzer sum ynsktu at hitta føroyingar og Føroya-vinir til eina hugnaliga løtu við góðum grillmati, lokalum osti og øðrum góðum, ið hoyrir við til eitt slíkt høvi.

Børnini og tey vaksnu hugnaðu sær saman við spølum, práti og samveru í hesum tiltakinum, ið gongur uppá skift millum føroyingarnar, sum altso búgva á mongum ymiskum støðum kring landið.

Umframt føroyingarnar vóru eisini fýra limir úr ”Deutsch-Färöischer Freundeskreis” við. Hetta vinarfelagið hevur annars 25 ár á baki i 2013.

(Mynd: Ellen Holzer,Meiringen, Sveits (Telefon: +41 33 971 13 64)