Í morgin verður hitað upp til fótbóltsdyst í Dansifrøi. Talan er um eitt nú andlitsmáling, fótbóltskapping og livandi tónleik.
Fyrireikarar vísa her á skránni í Dansifrøi í morgin.
16.00: Upphitingin byrjar. Køkurin og barrin lata upp. Møguleiki verður at fáa andlitsmáling.
16.00: Fótbóltskapping uttanfyri Dansifrøi.
16.00: FIFA11 kapping byrjar.
17.45: Chr. Høgni Jacobsen, Rógvi Jacobsen og Jákup á Borg skriva autografar.
18.20: FSF avdúkar vinnararnar av sangkappingini, og nøkur løg vera framførd.
21.45: Afterparty við Finnur Jensen byrjar.