Fíggjarsvik
?Rætta talið liggur kanska millum 250 og 300 mió. kr. Tað er helst rætt, at talan er um einar 130 føroyingar, sum hava sett pengar í Phoenix, men meginparturin hevur átt upphæddir, sum liggja væl omanfyri milliónina sigur keldan, sum sjálv hevur átt nógvar pengar har men hevur tikið teir út í fjør. ?Mannagongdin hevur verið tann, at átti tú meira enn hálvaaðru millión kr. í felagnum, so slapst tú undan kostnaðinum, og tað hevur havt við sær, at nógvir føroyingar hava sett meira enn 1,5 mió. kr. í felagið. Eg veit um, at tað eisini eru mong, sum hava sett nakrar 100.000 kr. í felagið og at tað so aftur í hinum endanum eru fólk ella fyritøkur, sum kanska hava sett upp í 15 mió. kr. í felagið sigur ónavngivna keldan við blaðið.
Keldan sigur víðari, at veruliga nógvir pengar hava verið at tjent hjá íløgufelagnum í mong ár. Okkurt árið hevur avkastið verið uppí 25%, meðan tað ímeðal kanska hevur verið um tey 10%. ?Nógvir føroyingar, sum hava plaserað pengar í Phoenix, hava tjent nógvar pengar sigur keldan, sum eisini vísir á, at tragedian í hesum er so tann, at flestu av føroysku íleggjarunum hava ikki tikið rentuna út sohvørt men hava latið hana staðið, so grundfæið er vaksið og harvið aftur rentuinntøkurnar. Nú er so alt mist.
Sum skilst so hava mong fólk í Føroyum, ið hava átt og spart sær nakað uppá á kistubotninum, heldur enn at lata pengarnar standa í føroyskum fíggingarstovnum við lágari rentu, tikið av góða tilboðnum frá Phoenix, og hava plaserað pengar har fyri at byggja sær uppá eina eftirløn ella pensión.