Føroyingar í heimsmeistarakapping í karoke

Birita Adela Davidsen og Mike Viderø skulu umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í karoke, sum verður í Moskva. Kappingin verður nú hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Kappingin er í trimum umførum, har luttakararnir skulu royna at vinna seg víðari úr fyrsta umfarinum og í hálvfinaluni, og síðan í finaluna.

Birita Adela Davidsen fer í fyrsta umfarinum at syngja ?The Best? hjá Tina Turner, og ?Fallin? hjá Alicia Keys.

Um hon vinnur seg í hálvfinaluna, fer hon at syngja ?Fields of Gold? hjá Eva Cassidy. Vinnur hon seg í finaluna, fer hon at syngja ?No One? hjá Alicia Keys.

Mike Viderø fer at syngja ?New York New York? hjá Frank Sinatra og ?Home? hjá Michael Bublé í fyrsta umfarinum. Um hann vinnur seg í hálvfinaluna, fer hann at syngja ?Beautiful? hjá Christina Aguilera, og vinnur hann seg í finaluna, fer hann at syngja ?Listen? hjá Beyonce.

Fyri gott og væl tveimum mánaðum síðan varð greitt, at Birita Adela Davidsen og Mike Viderø vóru føroysku umboðini í HM í karoke. Tey vunnu innleiðandi umfarið, sum var í Glitnir.

Lesið meira á www.kwc.fi.