Føroyingar hava vunnið

Tað er ein stórur sigur fyri Føroya fólk, at landsstýrið er bukað til at sleppa fullveldisætlanini, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum í viðmerking til nýggju ætlan landsstýrisins

Politikkur


Føroyingar hava alla grund til at gleðast, tí alt, sum landsstýrið hevur roynt at fingið upp at standa, er skramblað fullkomiliga saman, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum.

Og tað er púra burturvið at tosa um at hava fólkaatkvøðu, sum skal binda komandi løgting og føroyingar annars, sigur sambandsformaðurin.

-Eg má siga tað, at tað vóru tríggir ógvuliga lotir og avhølvaðir floksformenn, sum sótu á tíðindafundinum í Tinganesi hóskvøldið, sigur Edmund Joensen.

Lotir, sigur hann, tí alt, teir hava stríðst fyri í hálvttriðja ár, er farið í fillur. Og avhølvaðir, tí tað var heilt týðiligt, at teir høvdu als onga uppbakking fyri sínum politikki, hóast teir royndu at sannføra fólk um nakað annað.

Sambandsformaðurin sigur, at alt, sum hendan samgongan, og serliga Tjóðveldisflokkurin fór til val uppá, er farið fyri einki. Og landsstýrð er gjørt fullkomiliga til láturs, við teirri vend, gongdin nú hevur fingið. Her er høvdið bitið av allari skomm, nú landsstýrið leggur ein politiska ætlan fram, sum gongur beint móti tí, tey annars hava arbeitt við.

Væl siga tey, sigur Edmund Joensen, at endamálið framvegis er fullveldi. Men tað metir hann hvørki landsstýrið ella nakran annan halda vera realistiskt í bræði.

Tað er heilt greitt, sigur Edmund Joensen, at tann fólkaliga mótstøðan, sum er vorðin alt greiðari við tíðini, hevur noytt landsstýrið at venda øllum sínum ætlanum á høvdið.

Edmund Joensen sigur, at hann sjálvandi frøist um, at ætlanin hjá landsstýrinum er slept, og at landsstýrið nú er farið aftur til Heimastýrislógina. Tí tað er einki annað, sum hent er.

Yvirtøkurnar, sum nú verður tosað um, eru heilt í tráð við Heimastýrislógina, sigur hann.

Edmund Joensen metir tað vera meiningsleyst og tekin um lítið politiskt skil at tosa um fólkaatkvøður, sum til allar tíðir skulu binda føroyska politikkarar og tey til einahvørja tíð sitandi løgting at fylgja ávísum fyriskipanum, sum eitt landsstýri í 2001 heldur vera í lagi. Løgtingið eigur at tilpassa seg teimum umstøðum, sum til einahvørja tíð eru í samfelagnum, sigur hann.

-Vit kunnu bara gleðast um, at landsstýrið er farið at reka sambandspolitikk, staðfestir Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum.