Føroyingar hava onga skuldarkenslu

Eyðbjørn Karbech Mouritsen

Tey seinastu árini hevur verið góð ár fyri føroyskar handverkarar, og nógv haldgóð handverk hava bøtt um tilveruna føroyinga millum. Til alla vanlukku, orsaka teimum føroyingum, ið onga samvitsku hava, verða smápartafeløg ikki rinda pening fyri arbeiðið
Har eru ymiskar áskoðanir um tann føroyska búskapin, men handverkarir hava sum heild úr at gera, fyri at kunna nøkta tann stóra tørvin á arbeiðsmarknaðinum. Føroyingar grópa djúpt niðri í buksulummunum fyri eitt nú at kunna búseta seg í Havn ella útinna teirra verkætlanir heima við hús. Vit vilja øll tað besta fyri okkum sjálvi, og royna standa fram, sum eru vit virkin í einum solidariskum felagsskapi, har vit øll arbeiða fyri hvørjum øðrum.
Einki er ógjørligt, um einans nervarnir og samvitskan hóska til ætlanina. Vendur ein sær til eitt smápartafelag, í tí vón um at fáa eitt arbeiði gjørt, ræður hann eisini yvir hvussu, hvar og nær arbeiðið skal setast í verk. Samstundis hevur hann skyldu og ábyrgd, eins og handverkarnir, at uppfylla tær avtalur báðir partarnir verða samdir um. Tá arbeiðið er liðugt, verður verkið eftirkannað og arbeiðsumkostningarnar rindaðar...teoretiskt sæð. Av ymiskum orsøkum verða avtalurnar ikki altíð yvirhildnar, og peningur verður ikki latin smápartafelagið, sjálvt um arbeiðið er góðtikið, og tá kemur stríð millum partarnar. Um rætt er, eigur tað at verða sæð við sanktiónum sum eykagjald, dagbøtum el.líkn., men ofta er veruleikin ein heilt annar. Teir ótespiligu einstaklingarnir, ið ikki vilja rinda, hava stóran tørv á virðing og samvitsku, og sleppa alt ov lætt undan sakarmálinum. Teir skilagóðu føroyingar, ið tykjast at vera eitt fitt fólkaslag, broytast stórliga tað kemur til pengar. Vælvitandi um teir umkostningar arbeiðið inniberur, gloyma teir alt um ábyrgd og skuldarkenslu. Drivnir av sjálvsøkni og gírni, sníkja teir seg undan og seta smápartafelagið og arbeiðarnar í eina keðiliga tívstøðu. At koyra sakarmálið fyri rættin tekur tíð, og tað loysir seg sjálvdan, tí tað krevur nógva orku og vilja. Flest fólk vita av hesum, men kunnu ikki gera nakað við tað. Nøkur gera brúk av hesum, og manipulerað seg ígjøgnum skipanina, og koyra harvið fyritøkur út í eina búskaparliga kreppu. Hvar er moralurin? Eitt dømi er, at hendan snildin verður nýtt mótvegis einum múrara, ið arbeiðir í teimum nýggju íbúðunum uppi við Løgmannabreyt. Verður byggjiharrin nevndur er hann kendur. Múrarin er eisini akkurát blivin lumpaður av okkara fyrimyndarliga politikara, Høgna Hoydal. Um tey fólk vit virða og hava mest álit á, ikki kunnu standa við síni orð; loysir tað seg so at arbeiða sjálvstøðugt í Føroyum?
Høgni Hoydal talar um, hvussu eitt nú Danmørk hevur loyst málsøki, ið eita seg fyri at hava við Føroyar at gera, uttan at kunna føroyingar um støðuna. Danmørk varð hildin sum syndabukkur vegna kreppuni í Føroyum, og tí eiga vit, at skilja okkum av við danskarar. Eg eri eingin serfrøðingur innan hesum øki, um yvirhøvur nakar er, men tað tykist sum um Høgni Hoydal blæsur við mjølið í munninum, tá tað handlar um at definera "falsloysi/svik". Kanska vil hann ikki hava nakað við múraran at gera, tí hann er danskari???