Kirkjan Filadelfia í Nakuru og New Life Ministry, sum fleiri føroyingar í løtuni eru virknir í, liggja í hesum fátæka øki.
– Filadelfiakirkjan og New Life Ministry royna í verki at vísa Guds kærleika og næstakærleika í hesum sera fátæki øki, stendur á heimasíðuni hjá Filadelfia.
Eisini hava seminar og møti verið hildin hesar dagarnar. Tummas Jacobsen, Malena Meitilberg og Rúni Rasmussen luttóku á hesum tiltøkum. - Vit vórðu sera væl móttiknir av kenyabúgvum, siga teir.
Les ferðafrásøgn, sum Rúni Rasmussen hevur skrivað frá túrinum, á heimasíðuni www.filadelfia.fo.










