Næmingar úr Fiskivinnuskúlanum vunnu í gjár ársins evropeisku finalu í íverksetan (EBG), sum hesa vikuna hevur verið hildin í Slovakia. Tey fýra Rasmus, Árni, Jacoba og Hallur vunnu samantalt fyri teirra uppgávu og framførslu á enskum máli. Vøran, tey skuldu marknaðarføra, var flagtak.
Fyriskiparin av European Business Games í Føroyum, Rani Nolsøe, er ógvuliga væl nøgdur við luttøkuna hjá ungu føroyingunum og heldur, at hetta hevur positiva ávirkan á Føroyar.
- Hetta er sera góð reklama fyri Føroyar og serliga nú, tá tað er greitt, at kappingin komandi ár verður í Føroyum.
Kristinbjørg Høgnesen og Eyðun Leo hava verið lærarar í verkætlanini.