Til konsertina leygarkvøldið, har fleiri kongalig, politikarar og onnur kend fólk vóru til staðar, var undirhald av ymsum slag. Tey, ið framførdu vóru millum annað Anne Linnet, Søren Østergaard, Sanne Salomonsen og Safri Duo. Eisini okkara egnu Eivør og Teitur vóru á pallinum og framførdu fyri stóru áhoyrarafjøldini.
Teitur avlýsti skíferð
Teitur framførdi lagið “Tú ert ein eingil” á konsertini leygarkvøldið.
- Eg hevði sett sum krav, at skuldi eg syngja og spæla til hátíðarhaldið, so vildi eg syngja á føroyskum, og eg helt, at hesin sangurin hóskaði væl til júst hetta slagið av konsert, sigur Teitur. Fyri stuttari tíð síðani var tað annars ikki ætlanin, at hann hetta leygarkvøldið skuldi standa á stóra pallinum í konsertsalinum hjá DR.
- Meiningin var, at eg skuldi fara á skíferð saman við babba, men tá eg so fekk hesa konsertina í boði, tá mátti eg sjálvandi avlýsa skíferðina, greiðir Teitur frá.
Var als ikki nervøsur
Sjálvur er Teitur væl nøgdur við framførsluna leygarkvøldið.
- Eg haldi, at tað gekk væl. Har var ein góður stemningur bæði á og aftan fyri pallin, so tað var ein ótrúliga stuttlig uppliving, sigur Teitur.
Sjónvarpsrásin DR1, ið sendi beinleiðis frá hátíðarhaldinum, vísti myndir av Teiti, beint áðrenn hann skuldi á pallin at framføra. Vertirnir vildu vera við, at ikki bar til at gera samrøðu við føroyska sangaran, av tí at hann var so nervøsur, men soleiðis var ikki sambært Teiti sjálvum.
- Eg stóð aftan fyri pallin og hitaði upp, beint áðrenn eg skuldi inn at framføra, og tá komu fleiri kameramenn og journalistar yvir til mín og vildu práta. Tað var ikki tí, at eg var nervøsur, at tey ikki kundu gera eina samrøðu við meg, men tað var meira tað, at eg ikki vildi órógvast, beint áðrenn eg skuldi inn á pallin, greiðir Teitur frá.
Gjørdi bara sum hini
Øll tey, ið framførdu fyri Margrethu drotning og øllum hinum leygarkvøldið, fingu høvi at heilsa upp á drotningina og Heindrik prins. Og Teitur heilsaði eisini upp á kongshjúnini. Í sjónvarpinum sást, at Teitur neig fyri teimum, men framman undan hevði hann ikki gjørt sær stórvegis tankar um, júst hvussu hann skuldi heilsa.
- Eg visti ikki ordiliga, hvussu eg skuldi gera, so eg gjørdi bara sum hini og neig fyri teimum. Haldi tað er nakað, mann ger næstan automatiskt, tá so fín fólk standa framman fyri tær og vilja heilsa, sigur Teitur við einum smíli. Nógv av teimum, ið vóru til staðar leygarkvøldið, høvdu gjørt nógv burtur úr klæðum, hárið og smyrsli. Teitur hevði eisini gjørt sær nakrar tankar um útsjóndina hetta kvøldið.
- Tá mann skal upptraðka fyri eini tílíkari fjøld, veit mann, at mann skal vera væl ílatin. Eg valdi at fara í eina føroyska troyggju frá Guðrun og Guðrun og so ein klædningsjakka útyvir, og tað haldi eg var fínt, sigur Teitur.
Í løtuni skrivar hann tónleik, og fer eisini í upptøkuhølini nú í vikuni. Í næsta mánað fer Teitur til Amerika, har hann skal á konsertferð í tveir mánaðir.










