DANMARK 1. DEILD
Tað gongur ógvuliga væl hjá Horsens og Frem. Hesi bæði feløgini eru á uppflytingar plássunum, og í vikuskiftinum fingu tey bæði fult. Johan Byrial Hansen og Horsens vóru í Næstved, har tað eydnaðist at vinna sannførandi 3-1.
Mikukvøldið tapti Frem 2-0 á heimavølli móti Skjold. Tað var í steypakappingini. Leygardagin hittust feløgini aftur. Tað var í landskappingini og á Eysturbrúgv, har Skjold heldur til. Frem hevndi tapið í steypakappingini so dyggiliga. Teir vunnu ikki minni enn 4-0. Jón Rói Jacobsen var á vølllinum allar 90 minuttirnar. Hann taldist ikki millum málskjúttarnar hesa ferð. Í 10. minutti fekk hann gult kort.
Fremad Amager hevði vitjan av Fredericia. Úrslitið var málleysur javnleikur. Eftir at teir eitt skifti vóru á uppflytingarplássi, er Fremad Amager nú dottið niður á sjeynda plássið, men tað er ikki so langt fram á triðja plássið. Hesa ferð var eingin føroyingur millum teir fyrstu ellivu. Andrew av Fløtum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og Hjalgrím Elttør varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Fram ímóti dystarenda vildu teir á heimaliðnum hava brotsspark, tí Andrew av Fløtum fór um koll, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.
SønderjyskE og Vejle eru væl við í kappingini um bestu plássini. Hesa ferð vann Vejle 3-0 á heimavølli móti HIK, sum í fyrstu umførunum stóð seg óvanliga væl. Nú er HIK á sætta plássinum ? eitt pláss frammanfyri Fremad Amager.