Føroyingar gjalda 50 mió. krónur fyri sjúkuviðgerð í Danmark

Av tí at ikki allar sjúkuviðgerðir kunnu fara fram í Føroyum, verða sjúklingar sendir til Danmarkar. Oftast fara teir á Ríkishosptalið, og har verður goldið fyri hvørja viðgerð sær. Á fíggjarlógini fyri næsta ár eru 227 mió krónur avsettar til Landssjúkrahúsið, og av hesum verða 50 mió. krónur nýttar til viðgerð, flutning og uppihald til sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar í viðgerð

Tað hevur verið ført fram, at føroyskir sjúklingar fáa bestu viðgerð, sum kann fáast í danska kongaríkinum. Eisini, at føroyingar fáa betri viðgerð í Danmark enn danir í heimlandi sínum.

Tað kann sigast, at føroyingar eisini gjalda nógv fyri hesa tænastu.

Á fíggjarlógini fyri 1999 eru 50 mió. krónur avsettar til viðgerð og flutning av sjúklingum millum Danmark og Føroya.


Kostar í so nógv

Sosialurin hevur frætt, at Ríkishospitalið kanska eisini ger sítt til, at sjúkuviðgerðin kostar í so nógv.

Eitt nú verður nevnt, at sjúklingar oftani hava fingið neyðugu kanningarnar, áðrenn farið verður niður, men at læknarnir á Ríkishospitalinum gera somu kanningar umaftur, tá fólk verða innløgd har. Tað sparir ikki um hjá sjúklinginum ella viðvíkjandi útreiðslunum.

Harnæst er onnur regla galdandi, at hóast sjúklingurin fer heim í vikuskiftinum, ella fer t.d. á Hotel Tórshavn, meðan bíðað verður eftir at sleppa víðari í viðgerð, stendur hospitalsseingin og bíðar eftir sjúklinginum. Tað merkir, at goldið verður eisini fyri teir dagar, hann ikki brúkar seingina.

Sosialurin hevur tosað við Mette Viksø, fulltrúa á fíggjardeildini á Ríkishospitalinum.

Um mannagongdina, tá føroyskir sjúklingar verða innlagdir, sigur Metta Viksø, at tað er ymiskt, hvussu nógv ein song á hospitalinum kostar, alt eftir hvørjari serdeild sjúklingarnir verða innlagdir á.

Goldið verður frá innleggingardegnum, og útreiðslurnar verða lagdar á sjúkuseingina alt eftir, hvørja kanning og viðgerð sjúklingarnir fáa, og hvussu nógvar dagar teir eru innlagdir.


Gjalda fyri song og viðgerð í hvørjum einstøkum føri

Tað merkir, at um sjúklingur bert er innlagdur í t.d. tríggjar dagar, kann kostnaðurin tykjast hægri enn um innleggingartíðin er drúgvari.

Oftani er eisini talan um bíðitíð í viðgerðartíðini. Her verður sagt, at Ríkishospitalið roynir so vítt gjørligt, at minka um bíðitíðina, fyri at spara føroyingum um útreiðslurnar.

Galdandi reglur eru, at sjúklingar kunnu fara heim í t.d. vikuskiftinum, men tá teir ikki vera útskrivaðir, verður goldið fyri sjúkuseingina kortini.

Er talan um meir enn tríggjar dagar bíðitíð, verður sjúklingurin útskrivaður, og sostatt verður ikki goldið fyri seingina á Ríkishospitalinum hesar dagar.


Sjúklingarnir kannaðir umaftur í Danmark

Spurningurin um, hvørt tað er neyðugt at kanna sjúklingarnar, hóast teir eru liðugt kannaðir, áðrenn teir koma niður, sigur Mette Viksø, at tað er ein læknalig meting.

­ Halda læknarnir at sjúklingurin skal kannast umaftur í Danmark, verður tað gjørt, men roynt verður - so vítt gjørligt - ikki at gera somu kanningar í Danmark, sigur Mette Viksø.


Tørvandi eftirlit

Spurningurin um hvussu nógv føroyingar gjalda fyri at fáa sjúkuviðgerð í Danmark, er ikki nýtt mál.

Hetta hevur verið frammi fleiri ferðir, og roynt hevur verið at bøta um málið.

Í fjør summar var ætlanin at seta eina føroyska sjúkrasystir, ið skuldi virka sum eftirlitskvinnu.

Ætlanin er, at viðkomandi skal hava eftirlit við sjúklingunum og sundurgreina viðgerð og kostnað, men enn røkist einki fyri, at málið verður loyst.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, sigur við Sosialin, at almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir við málinum.


Bíða eftir at starvið verður lønarflokkað

­ Í løtuni biða vit eftir, at eftirlitsfólkið skal setast í lønarflokk. Hetta skal vera ein sjúkrasystir, men enn er ikki endaliga avgjørt, hvar viðkomandi skal hava til húsa, sigur Helena Dam á Neystabø.

­ Hevur tú nakra ábending ella ímynd um, hvørt við gjalda ov nógv fyri sjúkuviðgerð í Danmark?

­ Tað vita vit ikki, men ætlanin er júst, at eitt fólk skal setast at taka sær av hesum, og av sjúklingunum, sum fara niður í viðgerð, sigur Helena Dam á Neystabø.

















Umleið 800 sjúklingar fara niður árliga

Høgni Joensen, stjóri í almanna- og Heilsumálastýrinum, sigur við Sosialin, at eini 800 sjúklingar árliga fara til Danmark at fáa viðgerð.

Av teimum fara tey flestu á Ríkishospitalið, men onnur sjúkrahús verða eisini nýtt, alt eftir hvørja serlæknatænastu tey hava at bjóða.


Frá 900 til 23000 kr. um dagin

Spurdur hvussu nógv ein viðgerð kostar, sigur stjórin, at tað kann vera frá umleið 900 krónum fyri ódýrastu viðgerðina og upp til 23000 krónur um dagin, alt eftir hvat sjúklingurin bagir.

Á hvørjum ári verður ein avtala gjørt við t.d. Ríkishospitalið, og í ár ljóðar henda avtala uppá viðgerð fyri 35 mió. krónur.

Landssjúkrahúsið sendir tó alt fleiri sjúklingar til onnur sjúkrahús, og har verður eisini ein avtala gjørd við tey sjúkrahúsini.

Tá ein sjúklingur hevur verið í viðgerð í Danmark, fær Landssjúkrahúsið eina sundurgreinaða rokning yvir alt, sum hevur verið nýtt í samband við viðgerðina, hvussu nógvar viðgerðir eru gjørdar o.s.fr..

­ Heldur tú at vit gjalda óneyðuga nógv fyri hesa tænastu?

­ Vit nýta sama sáttmála sum tey donsku amtini hava við danska sjúkrahúsverkið, sigur Høgni Joensen. Hann vil ikki siga, hvørt hetta er ov nógv ella ikki.


Vita ikki um aðrar

ella betri skipanir

­ Vit hava ið hvussu so er ikki funnið fram til aðra skipan, sum er betur.

­ Sjálvandi kemur tað fyri, at onkrar viðgerðir ikki eru so skjótar,sum vit kundu hugsað okkum, og tá kannar Landssjúkrahúsið málið.

­ Tað er jú soleiðis, at sjúkrahúsarbeiði eru stórar skipanir, og tá kann verða torført at stytta viðgerðartíðina. Tað kann t.d. eisini vera, at ein sjúkujournal ikki er liðug í Føroyum, og at bíðað verður eftir, at hon skal koma fram, sigur Høgni Joensen.

Tað er yvirlæknin á ymsu deilduum í Føroyum, sum ger av, hvar sjúklingur verður sendur, tá hann skal til Danmarkar í viðgerð.

Høgni Joensen sigur, at yvirlæknarnir tosa við sínar starvsfelagar í Danmark, og tí eru eisini onnur sjúkrahús enn Ríkishospitalið at fara til, og sum á sama hátt og undir somu skipan, viðgerð føroyskar sjúklingar.