Fiskiskapur
- Tað, sum fer fram í løtuni er púra ørt.
Orðini eigur Atli Hansen.
Hann er reiðari og hevur eisini verið formaður í felagnum Nótaskipum í mong ár.
Og tað, sum hann heldur vera púra ørt, er ein partur av okkara fiskivinnusamstarv við íslendingar.
- Vit hava eitt fiskivinnusamstarv við Íslendingar, sum ger, at vit hvørt einasta ár, geva teimum fiskiríkidømi fyri einar 200 milliónir krónur, uttan at fáa nakað sum helst afturfyri.
- Tí kann eisini sigast, at vit rætt og slætt geva íslendingum eina gávu uppá 200 milliónir um árið, uttan at fáa nakað afturfyri.
- Tað er heilt burturvið, endurtekur hann.
Ìslendingar fáa allan fyrimunin
Hann sigur, at tað er ein avtala, sum føroyingar og íslendingar hava havt í nøkur ár, sum ger, at vit lata íslendingum hesa gávu hvørt einasta ár.
Avtalan er, at føroyingar og íslendingar kunnu frítt fiska svartkjaft inni hjá hvørjum øðrum.
- Við hesari avtaluni hava íslendingar í ár fiskað eini 200.000 tons av svartkjafti undir Føroyum.
- Men føroyingar hava neyvan fiskað ein stert undir Íslandi, tí har er ongin svartkjaftur, sigur Atli Hansen.
Hann sigur, at tann einfalda orsøkin til tað, er, at tað er so nógv meiri svartkjaftur undir Føroyum.
Hetta er ein avtala, sum hevur verið ímillum íslendingar og føroyingar í nøkur ár, men reiðarin í Gøtu sigur, at hon hevur altíð givið Íslendingum stóran fyrimun.
- Men nú ber av, tí í ár hava vit neyvan fiskað ein stert inni hjá íslendingum, samstundis sum teir hava fiskað eini 200.000 tons inni hjá okkum.
Atli Hansen staðfestir, at tað er heilt burturvið at hava eina fiskiveiðiavtalu ímillum tvey lond, har ójavnin er so stórur, sum hann er í hesum føri og har annað landið hevur so stóran fyrimun framum hitt landið, sum talan er um í hesum føri.
Felagið Nótaskip hevur hvørt einasta ár heitt á Fiskimálararáðið um at taka stig til at fáa hendan ójavnan burtur.
- Tað hava vit eisini gjørt í ár, men nú hava vit fingið boð um, at onki verður gjørt í ár, men at spurningurin verður tikin upp næsta ár.
Vánaligt býti fyri føroyingar
Atli Hansen staðfestir eisini, at hendan avtala um svartkjaftin hevur onki við fiskivinnusamstarvið við Ísland annars at gera.
-Vit høvdu botnfiskakvotu langt áðrenn, hendan avtalan um svartkjaftin kom upp á tal.
- Men sjálvt um hendan svartkjaftaavtalan verður tengd saman við okkara fiskirættindum eftir botnfiski undir Íslandi, hava íslendingar framvegis ein so stóran fyrimun, at tað líkist ongum. Og skuldi hetta ført til, at vit skuldu mist okkara botnfiskakvotu undir Íslandi, so gerst ikki við tí tað, sum vit fiska undir Íslandi, er undir øllum umstøðum nógvar ferðir minni vert enn tað, sum íslendingar fiska undir Føroyum.
- Tí høvdu vit fingið nógv meiri burturúr at brúkt hesi 200.000 tonsini, sum íslendingar fiska av svartkjafti undir Føroyum, til at handla við í samráðingum um fiskirættindi onkrastaðni, sigur Atli Hansen.
- Í øllum førum er tað eitt sera vánaligt býti fyri okkum at geva íslendingum 200.000 tons av svartkjafti undir Føroyum fyri tann botnfisk, vit fiska undir Íslandi, tí tað er nógv minni vert enn tann svartkjafturin, íslendingar fiska hjá okkum.
Mugu fáa fyri at lata
Hann sigur, at í dag verða allar kvotur handlaðar. Tann, sum letur fiskirættindi frá sær, skal hava okkurt afturfyri. Í dag sleppur ongin at fiska inni hjá einum øðrum, uttan at betala fyri tað.
- Men í hesum føri fáa vit onki afturfyri og tað er ein brølari av rang, at Bjørn Kalsø ikki tekur trupulleikan upp, so at vit fáa okkurt afturfyri svartkjaftin, vit lata íslendingum.
Og gamli formaðurin í Nótaskipum heldur, at tað er umráðandi at taka trupulleikan upp, áðrenn ov seint er.
- Fyri hvørt ár, vit lata hetta ganga, verður avtalan fastari og fastari kjølfest og áðrenn vit vita av, fara íslendingar at tvíhalda um, at teir hava søgulig rættindi til hendan svartkjaftin undir Føroyum og tá hava vit milt sagt farin beint í flórin.
Tí mælir Atli Hansen staðiliga til, at trupulleikin verður tikin upp, tá ið samráðingar við íslendingar verða aftur.
- Tað einasta er at spola tíðina aftur til áðrenn hendan avtalan varð gjørd og gera eitt nýtt býti, tí skulu íslendingar hava svartkjaft frá okkum, mugu vit hava okkurt frá teimum afturfyri, sigur Atli Hansen.