Føroyingar garderast við privatari sjúkratrygging

Hóast samgongan ætlar at skipa eina almenna Heilsutrygd, fara sjúkrakassarnir ikki at geva skarvin yvir. Tvørtur ímóti verður arbeitt við at brúka ognirnar hjá sjúkrakassanum til at gera eina privata sjúkratrygging

Nú samgongan ætlar at skipa eina almenna Heilsutrygd, hevur ætlanin verið, at teir gomlu sjúkrakassarnir skuldu fara í søguna.

Men tað eru sjúkrakassarnir ikki samdir í, tí teir ætla sær ikki at geva skarvin yvir og leggja seg í grøvina.

Tvørtur ímóti verður nú arbeitt við at umskipa gomlu sjúkrakassarni og gera teir til eina privata sjúkratrygging, sum skal vera afturat almennu Heilsutrygdini, sigur Steinbjørn Magnussen, sum er formaður í sjúkrakassanum á Eiði og nevndarlimur í meginfelagnum fyri sjúkrakassarnar.


Vandin lúrir

Samgongan ætlar, at í 2010 og í 2011 skulu øll betala 245 krónur um mánaðin í tað almennu heilsutrygdina. Men frá 2012 skal gjaldið takast inn yvir skattin.

Men sjúkrakassarnir hava ikki rættiligt álit á eini slíkari skipan.

- Vit stúra fyri, at verða sjúkrakassanum avtiknir og ein almenn Heilsutrygd sett ístaðin, er stórur vandi fyri, at tann hjálpin, sum sjúklingar fara at fáa, fer at svinga í takt við fíggjarligu støðuna í landinum.

- Vandi er fyri at tilskot verða lækkað og egingjøld hækkað, tá ið tíðirnar versna, sigur Steinbjørn Magnussen.

- Tað eru tær royndirnar vit hava, tá ið ymiskt verður lagt undir tað almenna og endar í stóra potti á fíggjarlógini.

Hann vísir á, at hinvegin hevur skúkrakassin altíð megna at liggja í eini fastari legu, sama, hvussu tíðirnar hava verið.


Privat sjúkratrygging

Men sum tað sæst í hinari greinini, fara sjúkrakassarnir ikki at góðtaka, at tað almenna leggur hald á ognirnar hjá sjúkrakassanum.

Hinvegin arbeiðir sjúkrakassin nú við at umskipa seg til eina privata sjúkratrygging sum tað skal vera sjálvboðið hjá fólkið at melda seg inn í afturat teirri almennu Heilsutrygdini, sum tað verður eitt krav, at øll skulu gjalda til.

Ætlanin er so at brúka tær 40 milliónirnar, sum sjúkrakassin eigur, sum stovnsfæ í eini slíkari privatari trygging.

Hetta er ein skipan, sum ætlanin nú er at gera í Føroyum við fyrimynd í donsku ”Sygesikring Danmark”,

- Í Danmark varð staðfest, at tann almenna heilsutrygdin strekti ikki til og tí varð ”Sygesikring Danmark” stovnað til at taka um endan og tey hava ein hóp av limum, sum sjálvbodnir tekna seg sum lim.

Nú sjúkrakassin í Føroyum arbeiðir við at stovna eina nýggja trygging, hava tey havt nógv samband við donsku sjúkratryggingina og haðani verður mett, at 40 milliónir hevði verið ein góður botnur til at stovna eina føroyska trygging á, sigur Steinbjørn Magnussen.

Les eisini greinina: Til reiðar at draga landsstýrið í rættin