Føroyingar ganga undan í Íslandi

Fyrsti serbygdi alibáturin í Íslandi nakrantíð varð flotaður á Eiði í vikuni. Hann fer til íslands við farmaskipi um vikuskiftið

Skipasmíð
Edvard Joensen
Eiði:Á Eiði hava tey smíðað fyrsta serbygda alibátin til íslendska alivinnu nakrantíð. Úrslitið er so mikið gott, at tað longu hevur havt fleiri seriøsar fyrispurningar við sær.
Tað er mestsum ein sensatión, Hydro-Tech á Eiði letur frá sær um dagarnar. Tað er tvíkiljan Svalan, sum er smíðað á Eiði til eitt alibrúk á Mjóvafirði millum Seyðisfjørð og Norðfjørðin á Eysturlandinum í Íslandi.
Nú er einki sjáldsamt í tí, at ein tvíkilja verður flotað á Eiði. Tí Hydro-Tech hevur smíðað nógvar tvikiljur til alivinnuna. Men ikki til Íslands. Og báturin er gjørdur at kalla allur sum hann er á Eiði. Motorar, nautiska- og elútgerð umramt kranan á dekkinum hava teir flutt inn. Men spæl, koppar og fóðurkanón eru gjørd á Eiði, sigur Jóannes Mørkøre á Tydro-Tech.
El-arbeiðið upp á bátin hevur Petur Frank Joensen, elektrikari á Eiði gjørt. Og Jón Jacobsen, timburmeistari á Eiði, hevur gjørt alt timburarbeiðið.
Báturin er knappar 12 metrar langur og seks metrar breiður. Hann er útgjørdur við tveimum motoruum. Við 185 hestakreftum í hvørjum kjøli, sigur Jóannes Mørkøre. Motorarnir eru av merkinum Iveco, sum KJ-Hydraulik á Kambsdali, sum eigur Hydro-Tech, umboðar.
Báturin, sum kostar tríggjar milliónir føroyskar krónur, verður avskipaður við farmaskipi til Íslands seinni í vikuni. Íslendingar syrgja sjálvir fyri flutninginum. Hydro-Tech letur teimum bátin í Havn. Hann er góðkendur av íslendska skipaefirlitinum og lýkur øll krøv, sett verða.
Jóannes Mørkøre sigur, at teir hava vónir um, at alibáturn Svalan ikki verður nøkur einlig svala kortini.
So mikið er Hydro-Tech longu kent í Íslandi, at einir tveir rættiliga seriøsir fyrispurningar um at gera líknandi bátar til íslndskar toskaalarar eru komnir, sigur hann. Tó er eingin sáttmáli undirskrivaður enn.
Eisini eru íslendingar áhugaðir í aliringum frá Hydro-Tech, sum eisini selir rættiliga nógv alibesløg til Íslands.
Svalan er fyrsti serbygdi alinbátur í íslandi. Aðrir alibátar, íslendingar hava brúkt, eru plastikbátar, sum vanliga eru gjørdir til fiskiskap, sigur Jóannes Mørkøre.