Føroyingar góvu 19 krónur hvør

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya gav í alt 950.000 krónur.

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya 17. sept. 2016 gav í alt 950 tús. kr. Hetta fegnast felagsskapurin stórliga um og takkar hjartaliga føroyingum fyri stuðulin og teimum mongu, sum gingu hús úr húsi við bússum.

- Hetta svarar til, at hvør føroyingur lat á leið 19 krónur, og er hetta munandi meira pr. íbúgva enn í øðrum londum, skrivar felagsskapurin.

 

- Endamálið við landsinnsavningini er, at vit skulu hjálpa mongu flóttafólkunum í Miðeystri, sum antin eru flóttar í grannalondunum ella í egnum landi. Pengarnir fara til keyp av teppum, teltum, reinførispakningum, heilivági og til reint vatn, skrivar felagsskapurin. Sum dømi nevnur felagsskapurin, at 150 krónur røkka til 3.000 litrar av reinum drekkivatni,  200 krónur røkka til tjaldbúðir at verja tvær flóttafólkafamiljur móti regni og vindi, og 500 krónur røkka til mat til fimtan hungrað børn í ein mánað. Partur av landsinnsavningini verður goymdur, soleiðis at Reyði Krossur skjótt kann veita eina hjálpandi hond, tá jarðskjálvti, yvirflóð ella onnur vanlukka brádliga hendir.

 

Reyði Krossur fegnast eisini um, at landsstýrið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 miðjar ímóti at hækka játtanina til neyðhjálp úr einari millión upp í fýra. Við hesum upphæddum kunnu Føroyar sum land veruliga gera mun, har fólk eru hótt av kríggi, náttúruvanlukkum og fátækadømi.