- Føroyingar eru í løtuni verri stillaður enn ES-borgarar í Danmark í sambandi við ansing av egnum børnum, men hóast danski barnaráðharrin hevur sagt seg vilja arbeiða fyri, at føroyingar í Danmark skulu fáa somu rættindi á hesum øki, er einki hent.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum fyri meira enn einum hálvum ári tók málið upp, sum hann eisini hevði arbeitt saman við fyrrverandi fólkatingsmanninum, Edmundi Joensen, um.
Hetta var í november mánaði, og tá lovaði ráðharrin, Ellen Trane Nørby, at rætta skeivleikan, men uttan nakað ítøkiligt úrslit, og tí hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, aftur spurt hana um málið.
Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu við Sjúrð Skaale.