Í kjalarvørrinum á vánaligu Pisakanningunum, vórðu fleiri tilmæli sett fram fyri at bøta um støðuna.
Men fleiri av teimum eru ikkiu fylgd, hóast tað eru seks ár síðani, at tey vórðu sett fram, staðfestir Páll Poulsen, skrivari í Lærarafelagnum á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum í morgun.
Eitt tilmæli var, at frá 1. august 2008 verður skúlaaldurin lækkaður, soleiðis at føroysk børn byrja skúlagongdina seks ára gomul.
- Hetta tilmælið stríðast vit um enn. Nøkur halda ikki, at børn skulu fara í skúla solítil, men heldur verða verandi í barnagørðunum, sum í fleiri førum skipa fyri skúlastovum.
Sjálvur heldur Páll Poulsen, at semja er um, at allarflestu børn eru til reiðar til skúlan sum seks ára gomul, og sjálvandi skulu tey í ein skúla fyri at fáa undirvísing frá einum lærara.
Eitt annað tilmæli er, at 1. flokkur skal hava 25 vikutímar - 2. flokkur skal hava 28 vikutímar - 3. flokkur skal hava 30 vikutímar
- Hetta er eitt av teim fáu tilmælunum, sum vit næstan hava nátt. Flestu skúlar hava 24 25 tímar í 1. flokkunum, 26 tímar í 2. flokkunum og 28 tímar í 3. flokkunum.
Eitt triðja tilmæli var, at frá 1. august 2007 verður ein vikutími settur av til floksins tíma í øllum flokkum.
- Hetta er eitt ynski, sum lærarar hava havt í fleiri áratíggjur, men tíverri verður hetta ynski ikki gingið okkum á møti, sigur Páll Poulsen.
Og eitt fjórða tilmæli er, at Alis- og evnafrøði verður kravd lærugrein í 7., 8. og 9. flokki við trimum undirvísingartímum um vikuna.
- Hetta er eisini eitt gamalt mál, sum skúlamyndugleikarnir ikki skilja og ikki hava vilja at gera nakað við, sigur skrivarin í Lærarafelagnum.
Hann sigur, at alla aðrastaðni í heiminum verður størri og størri dentur lagdur á útbúgvingar í tøkni av einum og hvørjum slag, men so leingi, vit ikki raðfesta alis/evnafrøðisundirvísingina hægri, skulu vit ikki rokna við, at PISA-úrslitini innan hetta øki fara at batna.