Tíðindaskriv
Føroya Tele
Eitt samstarv millum Føroya Tele og L. M. Ericsson ber í sær, at føroyingar gerast tey fyrstu í Norðurlondum og millum tey fyrstu í heiminum, sum fáa ágóðan av breiðbandstøknini EDGE við fartelefonum sínum.
Føroya Tele og Ericsson hava gjørt avtalu um at byggja út GSM-netið við tveimum tøknum, sum geva netinum bæði hægri ferð og nýggjar møguleikar fyri dátaflutningi. Talan er um GPRS, sum sendir dáta um fartelefonina nakað á sama hátt, sum ADSL ger tað um internetið, og um EDGE, sum gevur fartelefoni munandi hægri ferð.
Íløgan í nýggju tøknina er ein liður í arbeiðinum hjá Føroya Tele at slóða fyri menningini av Føroyum sum framkomið samskiftis- og KT-samfelag. Ericsson hevur eisini havt áhuga fyri at gera eina avtalu við Føroya Tele við atliti til hugsjónirnar hjá Bitlandi um at gera Føroyar til landið við teirri mest fyrimyndarligu nýtsluni av nýggjari tøkni.
Íløgan ber í sær, at GPRS seinni í ár verður tókt allastaðni, har GSM-samband er frammanundan. Flestu nýggjar fartelefonir eru fyrireikaðar til GPRS, og alsamt fleiri kunnu eisini brúkast til EDGE.









