Fríggjadagin í síðstu viku skrivaðu vit um Heidi Vinther, sum býr í ísraelska býnum, Maalot, saman við familjuni. Tá var økið júst rakt av rakettálopum frá Hizbollah og familjan helt til í einum bumbuskýli og livdi av dósamati. Seinastu vikuna eru fleiri rakettir skotnar niður í býin, og Heidi hevur tískil valt at flýggja saman við familjuni til Tel Aviv:
- Tey eru farin at vitja nøkur vinfólk fyri at finna tryggleika. Tey koyrdu sjálvi við bili úr Maalot og til Tel Aviv, og tað gekk væl. Nú hava tey verið har í tveir dagar og hava tað gott. Meðan tey hava verið burturi, eru enn fleiri smáar rakettir skotnar niður í Maalot, men sum skilst, er einki hent við húsunum hjá teimum, sigur pápi Heidi, Súni Vinther, sum situr heima í Føroyum og fylgir við støðuni hjá dóttrini.










