Føroyska tónleikatiltakið MíttLand verður hildið um vikuskiftið. Áður hevur tiltakið verið uttandurafestivalur, men hesaferð er tiltakið farið undir tak á einum kendum spælistaði í Danmark.
MíttLand verður í Amager Bio, sum liggur í øki, har nógvir føroyingar búleikast. MíttLand er útisetatiltak, men pakkaferðir eru eisini tøkar hjá føroyingum, sum hava hug at fara til danska høvuðsstaðin at verða við í MíttLand.
Bólkarnir, sum spæla á MíttLand í ár, eru Danny & The Veetos, 200, Eyðun Nolsøe, Signar í Homrum, Jens Marni Hansen, Evi Tausen, Lena Anderssen og Hallur Joensen.
MíttLand byrjar leygarkvøldið kl 20.00 og heldur fram til klokkan 03 sunnunáttina.