Nógv umtalaða dømingin stóð sína roynd í Prix Føroyar finaluni, og hóast nógv hevði verið tosað um, hvørt fólk kring landið skuldu fáa ávirkan á úrslitið, so broyttu hyggjaraatkvøðurnar ikki dómin hjá dómarunum.
Fólkið fekk nevniliga ikki sín vilja, tá ið tað peikaði á Déjá Vu sum vinnara. Teir gjørdust fimm stig ov stuttir í tøttu kappingini við Gestir.
Eisini teir føroysku dómararnir valdu Déjá Vu fram um Gestir, men tá ið teir útlendsku dómararnir vóru so sannførdir um, at Gestir vóru bestir, so endaði eysturoyarbólkurin eisini sum vinnari.
Ein dómari á muni
Kappingin um sigurin var so tøtt, at tað var bara ein dómari á muni millum Déjá Vu og Gestir.
Tað vil siga, at hevði bara ein av teimum 28 dómarunum dømt fyri Déja Vu heldur enn Gestir ella Makrel, so hevði havnabólkurin staðið eftir sum vinnari.
Men alt tað er og verður hypotetiskt prát, tí fakta er nú, at fimti vinnarin av Prix Føroyum gjørdist Gestir.
Makrel, sum eisini kom víðari til endaligu dømingina, kláraði als ikki at standa mát við hinar bólkarnar og fekk 100 stig færri enn hinir báðir bólkarnir.