Í viku 42 og 43, frá 16. til 29. oktober, gjørdi løgreglan sokallaðar grein 13 kanningar um alt landið, har serliga hugt var eftir ljósunum. Úrslitið var millum annað, at føroyingar fingu tilsamans 87.875 kr. í bót hesar dagarnar.
Tilsamans 2519 akfør vórðu kannað, tað var ikki hjá øllum, at alt var í lagi. Løgreglan skrivaði 465 frágreiðingar, og hesar søgdu nógv ymisk ting.
Í kanningunum legði løgreglan seg serliga eftir at kanna ljósini, og hjá 93 akførum vóru hesi ikki í lagi. 247 fólk nýttu ikki trygdarbeltið, og 106 bilførarar høvdu ikki koyrikortið hjá sær, tá teir vórðu kannaðir.
10 akfør høvdu ov vánalig dekk, og tríggir førarar koyrdu ávirkaðir, sigur frágreiðingin frá løgregluni um grein 13 kanningarnar, sum vórðu gjørdar frá 16. til 29. oktober.
Bilar í betri standi
Verður hugt at gongdini seinnu árini, so eru bæði góð og minni góð tøl at síggja. Taka vit góðu gongdina fyrst, so eru ljósini betri enn tey hava verið. Í 2004 vóru ljósini hjá 173 kannaðum bilum ikki í lagi, í 2005 høvdu 136 bilar trupulleikar við ljósunum, men í ár vóru bara 93 bilar, ið høvdu trupulleikar við ljósunum.
Verður hugt at dekkunum, so vóru høvdu 23 bilar trupulleikar av hesum í 2004. Í fjør høvdu 27 bilar ov vánalig dekk, men í ár høvdu bara 10 bilar dekk, sum ikki kundu góðkennast.
Sambært Kára Thorsteinsson, politikommisseri, so skal ein partur av frágreiðingini í hesum síggjast aftur í, at bilpakkin seinastu árini eru vorðnir munandi betri. Ljósini bresta ikki bara uttan víðari, og dekkini slítast heldur ikki so skjótt.
Bilførarar sum skúlanæmingar
Í mun til í fjør, so vóru tað heldur fleiri førarar í ár, sum ikki høvdu koyrikortið hjá sær, tá teir vórðu steðgaðir. Tølini eru heldur svingandi frá árið til ár, men tað vísir seg altíð at vera ein afturvendandi trupulleiki, at fólk gloyma koyrikortið.
Tá tey so verða steðga, so trýtur ikki við undanførslum, og minna førararnir mest um skúlanæmingar, ið hava gloymt at latið stíl inn.
– Tað liggur í hinum jakkanum, liggur í hinum bilinum eru tær mest vanligu undanførslurnar, flennir Kári Thorsteinsson, sum eisini hevur hoyrt fólk spurt, um tey ikki bara kunnu hava eitt avrit av koyrikortunum í bilinum. Tað ber sjálvandi ikki til, tí eitt fotokopi er ikki prógv um nakað sum helst.
Óviljað manndráp
Ein vaksandi trupulleiki, er fólk, sum koyra óbundin. 247 førarar vórðu tiknir uttan at brúka trygdarbelti, og tað harmast løgreglan øgiligt um.
– Tað er ein øgiliga stórur og keðiligur trupulleiki. Koyrifrálæran leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk nýta trygdarbelti, men hetta sær ikki út til at rína við, sigur Kári Thorsteinsson, politikommisserur.
Men eitt ung, sum koyra uttan trygdarbelti, eitt annað er børn.
– Ofta síggja vit foreldur sita íbundin í bilinum, meðan barn teirra stendur leyst á baksetrinum. Tá er trygdin hjá foreldrunum í lagi, men vit kunnu bara ímynda okkum, hvar barnið endar, um bremsað verður harðliga, sigur Kári Thorsteinsson.
Kári Thorsteinsson vísir á, at talan er um ein sera stóran trupulleika, og hann sigur seg ræðast hesa líkasælu og ikki minst avleiðingarnar av henni.
Eitt er, hvat í ringasta føri kann henda, men eftirspæli av einari møguligari vanlukku má eisini havast í huganum.
Vit hava dømi um, at fólk eru dømd fyri óviljað manndráp, har tey hava koyrt skilaleyst og onkur, sum hevur verið við bilinum hevur latið lív, og at koyra við óbundnum børnum er sanniliga eisini skilaleyst.










