Føroyingar fingu 172 milliónir meira í løn

Sambært hagtølum hjá Hagstovu Føroya vóru samlaðu lønarútgjaldingarnar í Føroyum í fjør 172 milliónir hægri, enn tær vóru árið fyri.

Í prosentum svara tær 172 milliónirnar til ein vøkstur upp á 2,9 prosent. Í alt vóru samlaðu lønargjaldingarnar í Føroyum í fjør 6,1 mia. krónur.

Almenn fyrisiting og tænastur vaksa mest
Verður hugt at hagtølunum sæst, at tað serliga er innan almenna fyrisiting og vinnuligar tænastur, at lønargjaldingarnar eru nógv vaksandi. Men eisini innan fiskiskap eru gjaldingarnar nógv vaksnar, góðar 57 milliónir, og tað eru umleið 7,4 prosent.
Eisini eru lønargjaldingarnar vaksnar innan flutning og aðrar vinnuligar tænastur.
Ikki óvæntað er tað innan ali- og kryvjivirki, at størsta afturgongdin í lønargjaldingum er. Lønargjaldingarnar í hesum bólki vóru í 2005 slakar 60 milliónir krónur í mun til góðar 91 milliónir krónur í 2004.
Um hugt verður at gongdini hesi seinnu árini í lønargjaldingunum, so sæst, at vøksturin hetta seinasta árið er tann størsti síðani 2002.